Alt ov nógvir ungir føroyingar standa í dag í somu tvístøðu: tey hava útbúgvið seg, tey vilja fegin stovna familju og byrja lív sítt í egnum heimi – men tey hava ikki ráð til ein bústað.
Hetta er ikki bara ein persónligur trupulleiki. Hetta er ein samfelagstrupulleiki. Og um vit ikki av álvara gera nakað politiskt við hann, verður tað ein heilt álvarsligur samfelagstrupulleiki.
Á bústaðarmarknaðinum í Føroyum verða vanligir løntakarar í vaksandi mun trýstir út. Húsaprísirnir hækka nógv, krøvini til eginpening eru høg, og bankar eru varnir við at fíggja bygging – serliga uttan fyri miðstaðarøkið har marknaðarvirðið á húsinum er lægri enn byggikostnaðurin.
Úrslitið er, at nógvar ungar familjur mugu sleppa dreyminum um at keypa egnan bústað: Í miðstaðatøkinum hava tey ongan kjans og kjansin uttanfyri miðstaðarøkið sleppa tey ikki at taka lán. Tað merkir, at sjálvt ungar familjur við tryggari inntøku ikki fáa lán til at byggja ella keypa bústað.
Tá ung ikki finna ein bústað, taka nógv eitt annað val: Tey flyta av landinum – ella velja ikki at koma aftur eftir lokna útbúgving.
Tá missa vit ikki bara skattgjaldarar. Vit missa familjur, børn og framtíðar samfelagsborgarar – vit missa framtíðina!
Bústaðarpolitikkur er tí ikki bara bústaðarpolitikkur. Tað er framtíðar samfelagspolitikkur.
Marknaðurin loysir ikki henda trupulleikan. Marknaðurin flytur bara íløgurnar hagar avkastið er størst. Bústaðarmarknaðurin er í vaksandi mun etin upp av íleggjarum og stutttíðarútleigu til ferðavinnu. Tá bústaðir verða keyptir til at leiga út til ferðafólk, verða færri heim til fastbúgvandi. Bústaðir verða ein íløga – ikki eitt stað at liva, ikki eitt heim.
Her má samfelagið taka størri ábyrgd.
Vit mugu fremja politiskar loysnir, sum gera, at vanlig fólk kunnu seta búgv.
Bústaðir skulu fyrst og fremst vera heim. Tí eiga vit í størri mun at regulera stutttíðarútleigu, áseta búskyldu í ávísum økjum og skapa fíggjarligar fortreytir, sum tryggja, at bústaðarmarknaðurin fyrst og fremst virkar fyri vanlig fólk.
Støðan í Føroyum er í dag tann, at fólkatalið er vaksið seinastu 10 árini, og at íbúðarmarknaðurin ikki hevur megnað at fylgt við, sjálvt um nógv er bygt. Fólkasamansetingin er broytt, og yngru ættarliðini eru nú ein munandi minni partur av fólkinum, meðan tey eldru eru vorðin ein munandi størri partur. Íbúðarmynstrið er eisini broytt, og fólk hava aðrar tørvir og ynski enn fyrr. Hagtølini vísa, at í januar í ár vóru 283 fleiri húski enn í fjør, og í fjórða hvørjum húski býr bara eitt vaksið fólk.
Almenna bústaðarfelagið Bústaðir er íbúðarpolitiska amboðið hjá landsstýrinum, sum skal lyfta uppgávuna at gera føroyska bústaðarmarknaðin fjølbroyttari. Endamálið er m.a. at øll í landinum skulu hava møguleika fyri at fáa sær okkurt at búgva í, og málið er, at Bústaðir skal fáa til vega íbúðir har, sum tørvurin er størstur: Ung, lesandi og eldri skulu raðfestast fyrst.
Vit vita, at eftirspurningurin hjá Bústaðir er størstur í høvuðsstaðarøkinum, og at tørvurin er størstur í aldursbólkunum 21–30 og 67+.
Vit vita eisini at nógvir tómir bústaðir eru kring landið. Vegleiðandi tøl frá Umhvørvisstovuni vísa, at 2.500 tómir bústaðir eru í landinum, harav 480 í Tórshavnar kommunu, 255 í Klaksvíkar kommunu, 1/5 av øllum bústøðum í Suðuroynni og 1/3 í Sandoynni.
Sum landsstýriskvinna í bústaðarmálum setti eg í fjør ein arbeiðsbólk. Endamálið var at fáa til vega 2000 fleiri bústaðir áðrenn 2031. Hetta svarar til 400 nýggjar bústaðir um árið, har tað almenna skal leggja dent á at byggja til tey ungu, lesandi og eldri. Arbeiðsbólkurin skuldi vísa á eini 7-10 ítøkilig átøk, sum kundu gera sítt til at fremja málið. Fleiri av hesum átøkum eru sett í verk og onnur eru á veg.
Meðan hetta landsstýrið hevur sitið, eru 840 nýggir bústaðir bygdir runt um í landinum. Av hesum hevur Bústaðir bygt 211 íbúðir síðani 1. januar 2023 – og fleiri eru á veg m.a. 45 lestraríbúðir í Tórshavn.
Seinastu trý árini eru tí 274 nýggir bústaðir bygdir árliga. Hetta vísir okkum, at tað ikki er ógjørligt at røkka málinum um 400 árliga.
Bústaðartrupulleikin er ein felags uppgáva og krevur samstarv millum tað almenna og tað privata. Vit hava tørv á Bústaðir, almennagagnligum íbúðarfeløgum, kommununum og privatu vinnuni.
Bústaðarpolitikkurin má taka støði í einum grundleggjandi sosialdemokratiskum prinsippi: Eitt samfelag riggar bara, um vanlig fólk hava møguleika at liva eitt trygt lív í góðum korum.
Tað fevnir eisini um rættin til eitt gott heim.
Um vit vilja hava einar Føroyar, har ung verða búgvandi, stovna familju og taka lut í samfelagnum, mugu vit skapa ein bústaðarmarknað, har øll kunnu verða við. – Uttan spekulantarnir, kanska.
Vel ein sterkan Javnaðarflokk.
Gev mær tín kross!
Margit Stórá, valevni Javnaðarfloksins til løgtingsvalið












