Í november verður sjónvarpsrøðin “Buzz Aldrin” víst í norskum sjónvarpi. Røðin byggir á skaldsøgu hjá Johan Harstad, og søgan gongur lutvíst fyri seg í Føroyum, tí Mathias, sum er høvuðspersónur í søguni, fer á eina ferð til Føroya.
Upptøkur til sjónvarpsrøðina vóru eisini gjørdar í Føroyum í fjørsummar, og nú er røðin liðug og klár at senda í sjónvarpi.
Farna vikuskiftið var røðin sýnd í eini biohøll fyri eini avmakaðari fjøld, og ummælarar geva røðini góð skoðsmál.
Byrjar av álvara í Føroyum
Ummælarin hjá Aftonbladet kallar røðina meistarliga og sigur, at tá ið hann var liðugur at hyggja at røðini, vildi hann bara hava meira.
- Ofta er fyrsti partur av eini sjónvarpsrøð tann veikasti, og soleiðis er eisini hesaferð. Røðin byrjar í so stillisliga, men tá ið Mathias fer til Føroya, byrjar røðin av álvara, skrivar ummælarin hjá Aftonbladet.
Hann rósar leikstjóranum Geir Henning Hopland fyri at hava gjørt eina góða søgu livandi í sjónvarpi. Ummælarin heldur, at Hopland hevur funnið filmin í søguni og hevur funnið góðar sjónleikarar at spæla teir ymsu leiklutirnar.
Høvuðsleikslutin hevur Pål Sverre Valheim Hagan, og hann verður í ummælini kallaður ein fantastiskur sjónleikari, sum ber søguna.
Aftonbladet gevur Buzz Aldrin besta skoðsmálið.