Býarsavnið á skrá í mentamálanevndini

Tað er bara ein spurningur um raðfesting og tilrættalegging. So stutt og einfalt ber til at svara parti av verandi býráðsminniluta, ið nú sóknast eftir, hvat verður av Tórshavnar býarsavni.

 

Síðan vit tóku við á nýggjárinum hava vit í mentamálanevndini raðfest øðrvísi enn undanfarni býráðsmeiriluti. Vit hava arbeitt víðari við at útvega vøggustovu- og barnagarðspláss. Dagstovnaøkið hevur fingið høga raðfesting.

 

Í samgonguni hava vit eisini valt at taka okkum ta tíð tað tekur, at gjøgnumganga hesa umbygging og at tryggja, at hon sampakkar við aðra framtíðar um- og útbygging í økinum.

 

Um undanfarni býráðsmeiriluti er so eymur um okkara býarsavn, so kundu tey saktans í góðari tíð havt sett neyðugu pengarnar av til umbyggingarnar, so til bar at hava framsýningar í hølunum.

 

Vit hava stóran áhuga í at fáa eitt gott býarsavn, og tí kemur tað á skrá í mentamálanevndini nú í heyst. Fyrsta stigið eru umbyggingarnar, sum eru neyðugar fyri at kunna hava nakrar framsýningar.

 

Líkasæla er ikki akkurát tað, sum stendur sum yvirskrift yvir farnu 8 mánaðirnar hjá hesi samgongu. Tað fer tíðin eisini at prógva.

 

Vinarliga

 

Annfinn Brekkstein

 

Formaður í mentamálanevndini