Bye Bye 1. mai – Hvat nýtta røðarar mótvegis røvarum?

Arbeiðaradagurin 2014 er farin framvið. Dagur teirra stríðandi og tímaløntu.
Dagur teirra, ið summi kalla tey á niðastu rókunum. Stríðsdagurin: arbeiðarin mótvegis kapitalinum. Bardagin fyri at fáa uppibornan lut av køkuni og rímulig kor.
Og hinvegin hava vit hoyrt, - ofta sagt av fólki í klædningi, at klassakampurin er ein farin tíð.

Men hvussu sær so út, um vit blaða um til veruleikan?

Er dagsins samfelag eitt samfelag, har øll hava tað einastandandi gott. og har øll enntá fáa sín góða part av køkuni og av teimum fyrimunum, ið samfelagsskipanin KANN geva?

Hava vit ikki fingið eina flata skattaskipan, ið ger mun á fólki, so at tey sum hava, skulu fáa meir?
Og hesi, sum fáa meir, fáa tey ikki eisini lut í teim fyrimunum, ið eru at fáa? Landsins kosnu eiga at tola, at hugt verður at teimum, og tí kunnu vit spyrja – eftir ársins arbeiðaradag, hvussu nógv av okkum, landsins borgarum, fáa koyripening ella frían bil, fría telefon og góða løn, umframt ymiskt afturat, eitt nú alt eftir, hvussu nógvum nevndum navnið dukkar upp í?

Tað eru tey,sum sigla millum leyst arbeiði og dagar í ALS, og hvør ársløn ikki sæst aftur, um vit nevna tað, sum ávís onnur fáa í koyripeningi og/ella frádrátti, og hvørs tøl eru alt ov fløt til at koma upp á tal, tá vit tosa um nær fyrimunir við flatskattaskipanini byrja at vísa seg.

Á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn, sum fyri stóran part er bygt og fíggjað av peningi uttan úr heimi, ja, skommin er fullkomin , – har fyllist, heldur enn tømist, og býarmyndin er av sonnum vorðin ein sigandi mynd, ið sigur meira enn túsund orð.

Tí, hvat nýtta røðarar mótvegis røvarum?, ber til at spyrja.

Jú, orð eru hvøss og viljin er hvast svørð. og samanhald gevur styrki!!!
Men kanska er tað júst í hesum síðsta, samanhaldinum, at vit ikki standa royndina. Tað er tíðarandin at vera ( í hvussu er við jøvnum millumbilum) single, at búgva í egoist-íbúðum og at alt mítt er als ikki títt.

Øll hava vit fingið ein hjartatransplantatión, so hjørtuni nú sita longur til høgru. Klassakampurin er av, tey ríku fáa meir, alt meðan heimligi ódugnaskapurin ikki fær avleiðingar, men verður turkaður upp á ein tøkning í Canada. Ráð eru ikki til at kanna heimligar bankagølur, og slagorðið á Vaglinum kann passandi ljóða: Bye Bye 1. mai!!

Og so spyr onkur, HVÍ føroyingar allir leypa á bláman??!!