Dagfinn Olsen
Mynd: Álvur Haraldsen
Í húsunum á Høvdagøtu á Argjum er frálíkt útsýni yvir Nólsoyarfjørð og inn ímóti Havnini. Og Júst í hesum døgum er útsýnið serstakliga gott, tí eingir urtapottar eru í vindeygunum at forða útsýninum.
Tommy Petersen og familjan hava nevniliga pakkað meginpartin av innbúgvinum niður, tí brátt halda tey leiðina av landinum. Til Nepal í Himmalayafjøllunum, har Tommy skal arbeiða í tvey ár fyri felagskapin DANIDA.
Vit seta okkum uttanfyri. Veðrið er av tí besta henda seinnapart síðst í apríl, og sólin skínur.
Innan umsiting
og miðspjaðing
Tommy og konan Maja vóru fyrst í nítiárunum á skeiði hjá danska felagsskapinum DANIDA. Síðani hava tey onkutíð søkt, tá okkurt starv hevur verið leyst í onkrum fjarskotnum landi. Hesaferð eydnaðist og Tommy skal starvast sum eitt slag av umboðsmanni í býnum, ella bygdini, Surkhet, og myndugleikarnar í Kathmandu.
- Tað eru eini 10 ár síðani, at demokrati rættiliga kom fyri seg har. Síðani hava tey stríðst við at fáa hetta at virka og ein ætlan var gjørd, ið nevnist ?Good Goverments?. Hjálpin úr Danmark var fyrst at skipa so fyri, at tey fingu nakað grundleggjandi at vita um eittnú mannarættindi. Seinni er so sett sum mál at miðspjaða umsitingina, ið tey seinastu 40 árini hevur verið rættiliga miðsavnað. Har komi eg so inn í myndina. Eg skal verða ráðgevi í at miðspjaða umsitingina og virka sum umboð hjá fyrisitingini í Kathmandu í Surkhet økinum, sigur Tommy.
DANIDA fíggjar soleiðis eina ráðgevara innan miðspjaðing. Ein leiðari av ætlanini er úr Kathmandu og tvey fólk eru so úti. Tvey øki eru vald út og Tommy verður so umboðsmaður í eina økinum.
- Eg skal sita sum ráðgevi hjá økismyndugleikunum í hesum økinum, ið telur eini 300.000 fólk. Lógin sigur greitt, at fyrisitningin skal miðspjaðast, men verri er at fremja tað í verki, sigur Tommy og leggur aftrat, at ætlanin bert er skrivað og nú fyrstu ferð verður framd.
Kongadømi
Nepal er kongadømi. Fara vit aftur í 50?ini, so kann ein nærum tosa um einaræði. Tó var stýrið lagt út um landið, men bygdi uppá útvald fólk. Kongur hevði tó nógv vald. Síðani mátti kongur lata nakað av valdi sínumog gamla gardan av útvaldum hvarv eisini. Upp gjøgnum tíðina eftir hetta vóru so fólkavald forum, ið vóru óbeinleiðis vald, men ongantíð riggaði hetta rættiliga. Veruligt demokrati kom ikki í lag.
Síðani hendir tað, at kongur gongur við til at skipa samfelagið soleiðis, at hansara støða líkist meira tí, ið vit kenna á okkara leiðum. Hann skipar undir- og yvirhús, men hevur tó enn nakað av valdi. Men formelt kemur veruligt demokrati, men at fáa hetta at virka er ikki sum at siga tað, og her hjálpir DANIDA við ráðgeving.
Landið er stórt og geografiskt býtt upp, t.d. við fjøllum. Tommy skal so vera í einum øki og royna at fáa miðspjaðingina at virka.
Børnini fyrst avstað
Fyrsta dagin fara børnini, Lív og Gyða, avstað til Danmarkar at ganga í skúla. Komandi viku halda Tommy og Maja avstað og skulu m.a. á fyrireikingarskeið í 3 vikur, har til dømis tað at læra tungumálið er á skránni. 16. jnui halda tey so leiðina til fjarskotna landið Nepal, har tey næstu 2 árini skulu búðleikast.
Dugir at improvisera
Tommy hevur starvast 25 ár í Føroyum. Tað er tað mesta av hansara yrkistíð. Meðan hann las løgfrøði í Keypmannahavn arbeiddi hann á ymsum ráðharrastovum og vann sær royndir innan samstarv við EU.
Tommy væntar, at hann kann nýta nógvar av sínum royndum í føroysku umsitingini í starvinum í Nepal. Tó væntar hann, at talan verður ikki um at flyta eina skipan til Nepal, men at finna loysnir, ið hóska. Helst einfaldar loysnir, ið rigga, tí ikki er óavmakrkað av peningi til taks.
- At eg komi frá eini umsiting, ið ikki er so gomul, og sum eisini á mangan hátt er undir umskifti, ger, at eg eri ikki so fullvísur í, hvussu alt skal gerast. Vit hava demokratiska siðvenju og smáar eindir, men hinvegin eitt mini samfelag, við øllum eindum. Eg skal arbeiða á bygd og samstarva við fólk har. Allar hesar royndir koma mær til góðar og eg eg havi roynt ymsar greinir av umsiting. Eg havi lært at improvisera, og tað trúgvi eg kann koma mær til góðar seinni, sigur Tommy.
Ongan streym
Tommy veit ikki so nógv um økið og landið enn. Hann hevur tó lisið sær til nakað. T.d. eru tøknilig hjálpartól til taks, so sum møguleikar fyri telduposti. Tó er el-orka ikki gerandiskostur á bygd í Nepal. Útsend, so sum Tommy, hava egnan generator. Arbeiðast kann partvís á enskum, á lokalmálinum ella við tolki.
Hinduisma er høvuðsreligión.
25.000 fólk búgva í býnum, ið liggur í einum dali í 700-800 metra hædd. Fólk eru fyrikomandi, verður sagt. Tey arbeiða nógv og alt ber brá av, at hetta er fátækt land.
Landbúnaður er høvuðsvinna, um 80-90% av BTÚ hjá Nepal kemur frá landbúnaði. Eyðkennt fyri menningarlond er eisini, at nærum eingin ídnaður er.
Fimti ára dag í Nepal
Tommy og failjan hava fleiri ferðir tosað um at fara avstað í slíkum ørindum. Fyrst var tað sonurin Janus, ið var tikin við upp á ráð. Hann er nú 23 ára gamal og starvast sum myndamaður í Keypmannahavn.
Síðani hava tey prátað við Lív, ið er 14 ár. Bæði Lív og Gyða, ið er 7 ár, hava góðan hug at fara.
Tommy, ið er 49 ára gamal, er eisini fegin um, at han nú fekk tilboð um at fara í starv hjá DANIDA.
- Um nøkur ár hevði óivað verið nakað seint hjá mær at farið út á fyrsta sinni, heldur Tommy, sum í august kann halda fimti ára dag sín í Nepal.
Tommy hevur farloyvi frá starvi sínum, sum leiðari Kærustovninum. Konan Maja hevur eisini farloyvi frá sínum starvi. Í Nepal skal hon á fyrsta sinni royna leiklutin sum heimagangandi.
Gyða skal ganga á einum missiónsskúla, meðan Lív má longur burtur heimanífrá í skúla, tí skúlaverkið ikki er so væl fyri at hýsa eldri næmingum.
Sleppa undan ár 2000
- Eitt, ið møguliga er stuttligt at kanna, tað er, hvussu tey har eru sloppin undan ár 2000 trupulleikanum. Í Nepal hava tey nú ár tveytúsund og nøkur fimti. Nú veit eg ikki, fyri fimti árum síðani høvdu tey neyvan teldur, heldur Tommy, ið tó heldur vera áhugavert at kanna, hvat tey har siga um henda trupulleika.
Í Nepal halda tey nýggjár í apríl. Sostatt hevur nýggjár júst verið. Eisini hjá familjuni Petersen á Høvdagøtu verður talan um nýggj ár í teirra tilveru. Ár, ið Tommy væntar koma teimum til góðar á so mangan hátt. Mennandi ár, ið tey øll koma at hava gott av, bæði menniskjasliga og á øðrum økjum.