Bygdafólk hava størri kosmiska hugsan enn býarfólk

- Ofta koma stórmennini úr smáum samfeløgum. Menniskjan, sum býr á bygd, hevur kanska størri kosmiska hugsan enn menniskjan, sum býr í stórsamfelagnum. Í Fuglafirði hava vit nógv góð listafólk, tað hevur kanska nakað at gera við umhvørvið, at mentanin verður væl stuðlað og vird á staðnum, men so sanniliga eisini við tað kosmiska at gera, sigur Frits Johannesen í viðtali í dag um mentan og list, hugskygni og trongskygni, leyst og fast.

Seinasta hósdag varð mentamaðurin Frits Johannesen, lærari úr Fuglafirði, heiðraður við Mentanarvirðisløn M.A.Jacobsens fyri mentanaravrik. Gunnar Hoydal, limur í virðislønarnevndini, segði á hátíðarløtuni, at nevndin vísir á tað stóra arbeiðið, sum verður gjørt úti um land okkara at fjálga og nøra føroyska mentan.

Frits er ein ógvuliga fjølmentaður maður, mentanaravrik hansara fevna bæði um orð, myndir og ikki minst tónleik.

- Sum fyriskipari og kveikjari ríkar hann heimliga umhvørvi sítt og er fyridømi fyri alt landið, segði Gunnar Hoydal millum annað á hátíðarløtuni.

Frits hevur spælt í Hornorkestrinum í Fuglafirði í 18 ár og hevur somuleiðis líka frá ungum árum av sungið í kóri, og tá ið okkurt stórverk verður framført í Havn er hann eisini fastur fúsur. Frits hevur eisini tikist við at gera løg til kór. Í 1980 tók hann stig til at seta á stovn tiltikna gentukórið í Fuglafirði, sum hevur sungið seg inn í hjartarøturnar bæði herheima og uttanlands.

Tað byrjaði við, at Frits fór á læraraháskúla í Danmark í 1978, har hann tók skeið í sangi, tónleiki og kórleiðslu. Heimkomin aftur í 1979 fór hann undir barnakór.

- Eg byrjaði við einum 7. flokki, sum seinni gjørdist stamman í Fuglafjarðar Gentukóri. Mær dámar væl at arbeiða við gentukórum og eg eri eisini ómetaliga glaður fyri, at vit hava fingið manskór í bygdini. Men mín favorittur er blandað kór. Tá koma tvey instrument saman og tú fært nakað annað burtur úr. Spennið ímillum akordirnar er nógv størri, tá ið menn og kvinnur syngja, sigur Frits Johannesen.

- Sangur hevur altíð verið ein partur av mínum lívi, serliga kórsangur hevur hugtikið meg og serstakliga tað sum verður rópt acapella. Føroyingar hava ikki verið instrumentalistar, ikki fyrr enn seinnu árini eru instrumentini komin uppí og mær dámar so sera væl at hoyra kór syngja eitt gamalt lag frá miðøld, sum verður borið fram uttan fylgisspæl. Ungdóminum dámar ikki so væl henda tátt, tí royni at taka eitt gamalt lag við, sum teimum dámar. Men eg havi uppdagað, at hvørja ferð kórið hevur sungið eitt gamalt lag og vit hava sungið í eini gamlari kirkju, har sangurin fer upp í tróðrið og fer niður aftur, so uppliva tey nakað við sær sjálvum, sum tey vistu ikki var til, sigur Frits.

Magnus-lovsangurin, ið er fyri mansrøddir og sum hevur uppruna her um vegir við Føroyar, Ísland, Orknoyggjarnar, Hetland og vestur Noreg er eitt av elstu ritunum, tá ið tað kemur til fleiriræddaðan tónleik. Tá ið norðbúgvar fóru suðureftir og í teir stóru katadralarnar í Europa og hoyrdu gregorianskan sang, uppfataðu teir henda sangin sum fleirræddaðan sang, tí eftirljóðið fekk tað at ljóða sum fleirræddað.

- Tá ið teir komu norðuraftur royndu teir at eftirlíkna henda sangin og tí hava vit, sum búgva í hesum økinum, so tíðliga fingið fleirræddaðan sang. Eg havi altíð verið hugtikin av Magnus-lovsangi og gregorianskum sangi, sum jú er upprunasangur. Í okkara kingo-løgum hava vit ein part av gregorianskum sangi.


Eg máli jú hvønn dag. . .

Eigur tónleikurin ein stóran part av lívi og gerandisdegi Frits, fer hann ikki langt uttan at hava blokk og blýant við sær.

- Tónleikurin er tann størsta listin av teirri grund, at hann talar til øll. Øll kunnu vera við í skapandi megini antin sum luttakarar ella lurtarar. Tónleikurin er her og nú, lagið fer ígjøgnum oyrini og inn í sálarkrókarnar, har tað arbeiðir og mennir teg á ymiskan hátt. At gera ein málning ella eina standmynd er ikki so fjøltáttað sum tónleikurin, men av øllum tí eg fáist við dámar mær best at mála.

- List er hugskygni. Og har hava konufólk nógv størri innlivingarevni enn mannfólk, tað er stórur munur á. Eg veit ikki, um konufólk eru uppvand við at duga at liva seg inn í ymiskt, men fyri mær virkar tað sum tað onkusvegna er lagt niður í tey frá barnsbeini. Konufólk síggja, hvussu tingini skulu vera, serliga tá ið tað snýr seg um tað sosiala. Kvinnur hava sum heild hægri sosial innlivingarevni enn mannfólk, vil eg halda. Hví veit eg ikki, men tað eru mínar royndir. Seinnu árini hava vit fingið kvinnulig listafólk og sum eg havi skilt, liggja kvinnurnar á odda á øllum hægri lærustovnum kring alla Europu. Tað er orsakað av eini frígerðing, sum er hend. Kemur kvinnan meiri framat, rokni eg við, at vit fara at síggja nøkur heilt onnur úrslit enn vit hava sæð seinnu árini. Og tað er orsakað av serligu innlivingarevnunum, hon hevur.

Fara kvinnurnar at broyta listina á nakran hátt?

- Tað fara tær heilt avgjørt. Nú mála føroyingar ógvuliga tradisjónelt, okkara listafólk eru framvegis so øgiliga bergtikin av náttúruni og tað er kanska einki at siga til. Skal eg tosa fyri meg sjálvan havi eg palettina uttanfyri, eg kann bara hyggja út ígjøgnum vindeygað og mála tað eg síggi. Systkinabarn mítt Heðin Kambsdal, sum eg eri ógvuliga hugtikin av, brúkar Fuglafjørð sum pallett og hann dugir so ótrúliga væl at fanga ljósið sum er alla tíðina millum Borgina og Blábjørg. Hann er ein tann besti listamaðurin her á landi, tá ið tað um ljósið ræður.

- Konufólk hava frá barnsbeini av lært at brúka fingrarnar so ómetaliga væl, vit mannfólk ikki í sama mun. Alt endar við handverki, uttan mun til um tú ert skurðlækni, pianistur ella listamaður. Kvinnan, sum hevur fínmekanismuna í lagi, kann fara inn í eitt mynstur, sum er av aðrari verð. Uttan mun til, hvussu torført og torskilt tað er, sleppur hon tí ikki, fyrr enn hon hevur klárað tað.

- Eisini sum lærari havi eg sæð, at tað er lættari at arbeiða við gentum enn dreingjum. Eg havi roynt at fingið dreingir at sungið, men tað gongur ikki. Genturnar búnast skjótari, hava innlivingarevnini og kenslusama sinnið, sum man kann arbeiða við.


At evna úr ongum

Frits hevur høgt tveir stórar træskurðir, ein á Studentaskúlanum á Kambsdali og ein, sum er á Sildaverksmiðjuni í Fuglafirði.

- Tað er ómetaliga spennandi at fáast við træskurð. Tú høggur í træ og ger eina trídimensjónella mynd. Tá snýr tað seg um tilfarið, tú kanst merkja, hvussu tú kanst broyta deytt tilfar og fáa lív í tað. Spónirnar fella av og knappliga, tá ið fleiri túsund spónir eru falnar niður millum føturnar á tær, hómast ein mynd.

- Tá ið eg varð biðin at gera myndina til skúlan á Kambsdali, visti eg beinanvegin, hvat hon skuldi verða. Eg valdi at mynda eina gamla skipsmanning. Á gomlum myndum av sluppmanningum sært tú ikki ein tann einasta mann smílast, teir eru sum høgdir úr gróti. Onkur hevur kasjett, men teir flestu hava kepp. Keppurin er eitt monument. Jóannes Nielsen, rithøvundur, skrivar, at gummistivlarnir eru tær einastu tempulsúlurnar vit eiga í Føroyum. Eg vil siga, at keppurin er eitt monument, allir menn gingu við keppi fyrr og ikki ein var líkur einum øðrum. Keppurin varð við tíðini skaptur eftir manninum undir kollinum, sigur Frits.


Karmar og virðing

Fuglafjørður hevur hýst og hýsir nógvum listafólki, serliga fólki, ið hava gjørt vart við seg innan sang og málningalist. Men Frits heldur kortini ikki, at Fuglafjørður er øðrvísi fyri enn aðrar bygdir í Føroyum við sama íbúgvaratali.

- Tað sum bygdaráðið í Fuglafirði kanska ger fram um onnur í landinum er, at tað stuðlar mentanarlívinum heilt ótrúliga væl. Uttan peningaligu hjálpina frá bygdaráðnum hevur tað ikki borið til hjá gentukórinum at ferðast so nógv og so víða. Hornorkestrið, gentukórið, blandaða kórið og manskórið hava fingið ómetaliga góðan stuðul. Vit hava veruliga kent fløvan haðani so tað stendur eftir.

- Nógvir stórir listamenn koma av bygd. Í Mikladali eru nógvir stórir listamenn fostraðir, í Mykinesi, Nólsoy, Leirvík og høvundarnir Heðin Brú og Martin Joensen eru eisini av bygd. Ofta koma stórmennini úr smáum samfeløgunum. Menniskjan sum býr á bygd hevur kanska størri kosmiska hugsan enn menniskjan sum býr í stórsamfelagnum. Í Fuglafirði hava vit nógvar góðar listamenn, tað hevur kanska nakað at gera við umhvørvið, men so sanniliga eisini við tað kosmiska at gera.

- Summi siga, at mentanin støðist best, tá ið tíðirnar eru ringar. Men tað er ikki rætt, tí kanningar vísa, at mentanin trívist best, tá peningur er til staðar. Keypa fólk ikki málningar, kann listamaðurin ikki liva, verða fløgurnar ikki keyptar, kunnu tónleikararnir ikki liva, og so framvegis.

- Tað vilja altíð vera úrmælingar, sum van Gogh, Mozart og Beethoven og tað vilja altíð vera summi, ið liva í útjaðaranum av tí sum er veruligt. Hesi hava so ómetaliga høgan intelligens og síggja tí heimin frá eini heilt aðrari síðu enn vit vanligu. Tí verður teirra lívsstílur og avrik av eini aðrari dimensjón. Men tað vera so øgiliga nógv onnur sum ongantíð vera ein van Gogh ella ein Mozart. Fóðra vit ikki samfelagið við einum sindri av mammon og peningi og lata tað fara út til vanliga fólkið, verður tað ótrúliga fátæksligt.

- Sviar hava til dømis eina ómetaliga góða musikskúlalóg. Har eru ótrúliga nógv fólk, sum spæla eitt ljóðføri, og har eru fleiri kórsangarar enn fótbóltsspælarar. Og tað er tí, at sviar hava funnið út av, at landsins ríkidømi skal býtast út til fólkið, soleiðis at tað kemur til gagns hjá flestum. Eisini tá ið um list ræður.


Tórgarð

Lívæðrin í føroyska nútíðar mentanarlívinum er høvuðsstaðurin. Í Havn býr meginparturin av tí fólki, ið fæst við mentan, bæði á yrkisstigi og amatørstigi, og í høvuðsstaðnum er somuleiðis tann besti fysiski karmurin um eitt ríkt mentunarlív. Tá Frits Johannesen fekk handaða Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens hósdagin í farnu viku segði hann í takkarkvøðuni, at hann mangan kundi ynskt, at hann var í Havn, tí har hendi so nógv av mentanarligum tiltøkum.

- At vera búgvandi uttan fyri Tórgarð frøddi tað meg ógvuliga nógv, at nevndin fyri Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens hugdu upp um Tórgarð og sá, at tað var onkur, sum hevði uppborið at verðið heiðraður. Tað er samstundis ein vissan um, at tað eru fólk sum sita og eygleiða og vita, hvat hendir aðra staðni í Føroyum. Við hvørt verður man eitt sindur øvundsjúkur at síggja, hvussu nógv hendir í Havn.

- Havnin er so ómetaliga vøkur og eg skilji væl, at fólk støðast væl í Havn. Tann peningurin, ið er í Føroyum av týdningi, er í Havn. Har eru hølini og karmarnir um eitt ríkt mentanarlív. Eg vóni, at bygdahúsið verður liðugt komandi ár, sum vit kunnu fjølgast um, men í løtuni hava vit eingi høli í Fuglafirði uttan fimleikahøllina og kirkjuna til mentanarlig tiltøk.

Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum, sum eisini er fuglfirðingur, hevur borið uppá mál, at kommunurnar sjálvar eiga at taka stig til at skapa karmar og møguleikar fyri einum ríkari mentanarlívi.

- Tað er púra rætt. Bygdirnar og kommunurnar kundu væl tikið stig sjálvar til at fingið betri karmar. Til dømis kundu bygdirnar í Eysturoynni verðið samdar um at fingið ein mentanarmiðdepil í eitt nú Skálabotni. Tað hevði avgjørt verið eitt gott hugskot og hevði verið ein kraftmiðdepil fyri økið.

- Fólk eru ógvuliga glað fyri at koma á listaframsýningar, ein ørgrynna av fólki vitjar framsýningina á Varmakeldu. Fert tú inn í eitt vanligt føroyskt heim svitast ikki, at har hongur ein góður málningur á vegginum. So er ikki aðra staðni, í bygdum á stødd við Fuglafjørð sært tí í mesta lagi ein snórapela ella ein pylsuvogn. Har koma vit aftur til hugskygnið hjá føroyingum. Vit hava ómetalig góð innlivingarevni, tá ið tað snýr seg um list. Tað hevur kanska okkurt at gera við, at vit liva so nær náttúruni, - vit síggja fjøllini, skýggini og ljósið. Tað sum tú sært ávirkar teg onkusvegna, tú ert ikki harri yvir tí, men tú kanst taka pensilin og avmynda tað sum hendir.


Ítróttin og mentanin

Frits hevur ikki hug til at sparka til ítróttina, sum ungur hevur hann sjálvur íðkað ítrótt, men hann harmast um, at ítróttin fær so stórt pláss í fjølmiðlunum, sum hann fær í mun til so nógv annað.

- Tað er spell, at lutfallið er sum tað er. Høvdu fjølmiðlarnir gingið líka høgt upp í tónleikin og skrivað um hann, hevði støðan verið nógv øðrvísi. Hoyrir tú eitt gott tónleikastykki verða framført, er tað sami spenningurin sum er í ítrótti. Tónleikur er spenningur og avslapping. Hann fer upp í styrki og niður í styrki. Tað yndisliga er eisini við. Kanska er tónleikur ikki so dramatiskur og sjónskur sum ítróttin. Eg plagi at siga við næmingarnar hjá mær, uttan mun til um vit lesa eina yrking ella eina bók, hoyra tónleik ella hyggja eftir einum málningi, snýr tað seg um yndi, styrki og avslapping. Eins og við ítróttini.

- At fjølmiðlarnir ikki gera meiri við mentan hevur kanska nakað við innlit at gera. Teir hava kanska ikki fólk, sum hava innlit í ymsu liðirnar í mentanini. Fjølmiðlamyndin er avgjørd av teimum fólkum, sum arbeiða í miðlunum. Eg eri vísur í, at tað hevði bøtt um støðuna, um loftmiðlarnir báðir høvdu eina deild, sum tók sær av mentan. Eitt harmar meg heilt øgiliga nógv. Gentukórið í Fuglafirði hevur sungið eina ørgrynnu inn á band fyri Útvarp Føroya, men tá ið eg spyrji eftir tí í útvarpinum, er bara ein partur skrásettur. Og tað verður burtur til allar tíðir. Tað er stoytandi, og tá ið mentunarstovnarnir, sjónvarpið, útvarpið og bløðini ikki skráseta tað sum hendir, tí tað fer í gloymibókina. Tá ið fólk um nakrar øldir fara at granska í, hvat hendi í Føroyum í 1998, verður myndin ógvuliga einstáttað. Hvør spældi á fótbóltslandsliðnum í 1990, tá ið Føroyar vunnu á Eysturríki í Landskrona, kemur í søgubøkurnar. Samstundis sum tann hendingin fór fram sang gentukórið hjá okkum fyri 2000 fólkum í Noregi. Sjálv hendingin, tað at tað hendi, er akkurát tann sama, uttan mun til, um føroyingar fara uttanlands at sparka ella syngja.