Bygdafeløgini bjóða KÍ av

Meistararnir í kvinnufótbólti seinastu seks árini hava lagt fyri við at vinna tríggjar stórsigrar, og nú er hvørki av høvuðsstaðarfeløgunum við í toppinum

Trý umfør eru spæld í fremstu kvinnudeildini í fótbólti, og higartil hevur tað gingið sum eftir ánni hjá føroyameistarunum seinastu seks árini. KÍ hevur spælt tríggjar dystir og hevur vunnið allar við stórum muni. Í miðal hevur KÍ skotið 10 mál fyri hvønn dystin higartil. Sunnudagin vitjaði HB í Klaksvík, og havnaliðið fekk av at vita, tí KÍ vann dystin 11-1.
HB hevur ikki havt kvinnulið við í kappingini seinastu tvey árini, men nú roynir felagið aftur við einum rímiliga ungum liði, sum skal finna fótafesti aftur.

Bygdaliðini bjóða av
EB/Streymur hevur fingið góða byrjan í kappingini, og liðið vann sínar tveir fyrstu dystir. Um vikuskiftið endaði sigursrøðin tó á Argjum, har AB vann 2-0.
GÍ liggur eisini fram við og hevur vunnið tveir av sínum dystum, sunnudagin gjørdist tað til 4-2 ímóti NSÍ.
Mest óvæntaða úrslitið var í Havn, har SÍ vann 1-0 ímóti B36 um vikuskiftið.
HB hevur tapt allar sínar dystir, og B36 hevur tapt tveir av trimum dystum. Tí er hvørki av høvuðsstaðarfeløgunum við í toppinum í løtuni, men hinvegin eru tað bygdafeløg sum EB/Streymur og GÍ og so AB, sum bjóða KÍ av í gullstríðnum.