Bygdaleiðir fara at taka fleiri ferðandi og ikki er neyðugt at tilmelda

Frá fríggjadegnum 15. mai fara allar Bygdaleiðir at taka fleiri ferðandi, og samstundis er ikki longur neyðugt at bíleggja pláss.

Hetta upplýsir Strandferðslan á ssl.fo.

Tó verða hesar avmarkingar í ferðafólkatalinum:

22 ferðandi í stórum bussum

10 ferðandi í miðalbussunum

6 ferðandi í lítlum bussum

 

Heitt verður á ferðafólk at halda 1 meturs frástøðu, og hava gott reinføri.

 

Frá fríggjadegnum 15. mai verður farið aftur til ”vanliga” billetering, soleiðis at tað nú ber til at keypa ferðaseðil í bussinum.

Heitt verður tó á ferðafólk at ferðast við SSL-kortinum, skrivar ssl.fo.