Privatisering:
? Eg kann ikki ímynda mær, at tænastan hjá Bygdaleiðum fer at versna, tá ið koyringin er komin á privatar hendur.
Tað sigur Poul Jákup Thomsen, fólkaflutningsleiðari hjá Strandferðsluni.
Men hann sigur at tølini nú og tølini eftir 1. januar, kunnu als ikki samanberast, tí tey eru sett heilt øðrvísi upp.
? Tað er rætt at í fyrstu syftu kann tað tykjast sum at Bygdaleiðir verða dýrari, tá ið tær eru privatiseraðar, tí tá eru tær mettar at kosta 26 milliónir, um øll tey lægstu tilboðini verða tald saman og nú kosta tær bara 21 milliónir.
? Men hetta er útfrá tí, at bussarnir verða avskrivaðir eftir fimm árum. Vit sita nú og rokna út, hvat tað fer at kosta, um bussarnir verða avskrivaðar eftir 10 árum, sum er rímiligt fyri ein nýggjan buss. Og tá verður kostnaðurin ein heilt annar, sigur fólkaflutningsleiðarin. Hvussu nógv bíligari tað so verður, veit hann ikki enn, tí roknistykkið er ikki liðugt.
Hann vísir eisini á, at kostnaðurin eftir 1. januar skal eisini síggjast í mun til, at tá er talan um nýggjar bussar, sum eisini eru betri at ferðast við og tá verður meiri at betala í rentum og avdráttum.
Poul Jákup Thomsen sigur eisini, at í fyrstu syftu kann tað tykjast sum um koyringin fer at minka munandi, tí á pappírinum stendur, at tímarnir eru færri.
Men hesi tølini eru als ikki sambærilig, tí frá 1. januar verður arbeitt við einum hugtakið, sum eitur effektivir tímar.
Tvs, at tímarnir verða bara taldir frá tí, at bussurin fer á rull, til hann steðgar aftur. Tíðin, tá ið bussførarin møtir í bussinum, áðrenn hann fer á rull, verður heldur ikki tald uppí og heldur ikki er tíðin fyri at vaska tald uppí og ei heldur tíðin, tá ið bussførarin koyrir til hús, eftir lidna koyring, ella tíðin til umvælingar o.s.fr.
Men í tímaprísinum, sum er givin upp fyri effektiva tí, er øll hendan ?spilltíðin? roknað uppí.
Poul Jákup Thomsen viðgongur, at skúlabarnaflutningurin er ikki uppí, tí tað eru kommunurnar, sum hava ábyrgdina av honum.
?Tað einasta, sum er uppií, er flutningurin í skúla um morgunin og heimaftur seinnapartin. Men allur millumflutningurin, til og frá svimjing, fimleiki o.s.fr. er ikki uppi í.
?Mentamálastýrið hevur heitt á okkum um at rokna út, hvat tað fer at kosta at Bygdaleiðir átaka sær tann flutningin eisini og tað meta vit um nú. Rokningin fyri tann serflutningin verður so sendir Mentamálastýrinum.
Poul Jacob Thomsen sigur, at tá ið Bygdaleiðir verða privatiseraðar, verður koyringin nógv effektivari, tí hóast bussarnir verða færri, fara teir, sum eru, at koyra fleiri tímar og alt í alt fer tænastan ikki at versna.
Hinvegin heldur hann, at fleiri aðrir, stórir fyrimunir verða, eitt nú skal landið hereftir samráðast við ein arbeiðstakara í Suðuroy, nú eru teir sjey.