Í morgun hevur verið bygdaráðsfundur í Eiðis kommunu, og hetta er júst á 130 ára degnum hjá kommununi.
Vanliga eru fundir í Eiðis bygdaráði klokkan 18, men í dag - á 130 ára degnum - varð eitt undantak gjørt.
Bygdaráðsfundurin í morgun varð settur klokkan 9.
- Hetta tí, at fyrsti fundurin nakrantíð hjá Eiðis bygdaráði var eisini klokkan 9, mánadagin hin 1. oktober í 1894.
Á Facebook-vanganum hjá Eiðis kommunu verður víst á, at til fundin á 130 ára degnum í morgun vóru áhoyrarar úr 7. flokki í Eiðis skúla.
- Næmingarnir fingu innlit í, hvussu ein bygdaráðsfundur er skipaður, siga tey í Eiðis kommunu í dag.
Eitt kut úr søguni um Eiðis kommunu liggur á heimasíðuni hjá kommununi, og her verður soleiðis skrivað:
Eiðis kommuna hevur verið sjálvstøðug kommuna síðan 1894, tá bygdirnar Eiði, Ljósá, Svínáir, Norðskáli og Oyri valdu at fara úr felagskommununi í Eysturoynni, og stovna Ejdes Sogns Kommune.
Orsøkin til hesa avgerð var, at Eiðis sókn, sum tá var tann fólkaríkasta í oynni, helt seg brúka ov nógva tíð og lutfallsliga nógvan pening til at ferðast á kommunustýrisfundir aðrastaðni í oynni.
Hin 1. oktober 1894 helt nýggja kommunustýrið sín fyrsta fund, har tað skipaði seg við Grækaris Joensen sum formanni.
Hinir limirnir í fyrsta bygdaráðnum vóru Jens Jørgen Kruse, sum var næstformaður, Jesar Abrahamsen, sum fekk ábyrgdina av vegarbeiði, Hanus Joensen, sum skuldi krevja skatt inn á Eiði og við Ljósá og Johan Nysted, sum skuldi krevja skatt inn í Svínáum, á Oyri og við Norðskála, har har hann eisini sjálvur búði.
Hinir fýra búðu á Eiði.
Grækaris varð í 1871 fyrsti næmingur, sum tók læraraprógv í Føroyum, og sama ár varð hann settur sum lærari á Eiði.
##med2##