- Síðan endan av september í fjør og fram til dagin í dag hevur bygdarhúsið í Porkeri - húsið við Á - verið brúkt umleið 80 ferðir.
Tað sigur Zacharias Bech, sum er pensjónistur og sum tekur sær av at samskipa virksemið í snotuliga bygdarhúsinum.
Hann er eisini næstformaður í nevndini, og formaður er Odd Eið.
Tað er Porkeris kommuna, sum hevur sett húsið í stand - frá innast til uttast - og síðan er tað ein nevnd, umboðandi ymiskar aldursbólkar og kommununa, sum hevur dagligu ábyrgdina.
Sjálvur raksturin liggur uttan fyri Porkeris kommunu.
Síðan húsið við Á varð tikið í nýtslu, hevur tað verið karmur um nógv ymisk tiltøk. Húsið er í tveimum hæddum við stórum sali, góðum ídnaðarkøki, wc og brúsu, ið eisini eru atkomilig í rullustóli.
Her er eisini alment wc við inngongd í endanum vestureftir.
Í Porkeri eru tey sera fegin um og ikki sørt errin av bygdarhúsinum, ið longu hevur latið upp fyri nógvum ymiskum møguleikum og frítíðarvirksemi í bygdini.
Zacharias Bech hevur sum fyriskipari staðið aftan fyri ein stóran part av hesum virksemi.
- Vit hava havt nøkur afturvendandi tiltøk, og eitt nú hava vit skipað fyri morgunmati fyri bygdarfólkinum annan hvønn leygardag millum klokkan 9 og 12. Tá flest fólk hava verið, hava vit selt 94 rundstykki ein morgun.
Zacharias Bech sigur, at hann byrjaði at skriva niður øll tiltøk í bygdarhúsinum hin 26. september í fjør, og hin 31. desember hevði bygdarhúsið verið brúkt ikki færri enn 53 ferðir.
- Higartil í ár hevur húsið verið brúkt út við 30 ferðir, leggur hann aftrat.
Í Porkeri hevur eisini verið skipað fyri hugnadøgum fyri eldri.
- Hetta hevur verið annan hvønn mikudag frá klokkan 15 til 18. Trý kvøld vóru fyri jól, og higartil í ár hava tvey slík kvøld verið. Millum 15 og 25 fólk hava verið saman hesi kvøld, bæði kvinnur og menn.
Zacharias Bech og Mikkjal Sørensen, borgarstjóri, siga, at ætlanin er hava fimm slíkar hugnadagar aftrat í ár, tveir í februar, tveir í mars og ein í apríl.
- Tá so mai mánaði kemur, ætla vit at gera ein útferðartúr fyri pensjónistum við bussi norður um Suðuroyarfjørð.
Zacharias Bech og Mikkjal Sørensen siga, at teir kundu hugsað sær onkur tiltøk aftrat fyri ungdómin, og her verður arbeitt við ymiskum hugskotum.