Bygdarmenningarpolitikkur í Føroyum

Hans B. Hansen

Eg eri fyri at skapa veruliga bygdarmenning við at fáa skipað partar av almenna, lands, privatu, ríkis, umsitingum, skrivstovu og serfrøðingaveldir úti í teim størru kommununum, oyggjunum, sí niðanfyri!
Skula vit skapa bygdamenning, skula vit broyta bygnaðin hjá tí almenna, landi, privata, ríki ið bert skula hava høvuðssæti í Havnini/Suðurstreymoy, og fáa stovna deildir, eindir, úti í størru kommununum! Tað at fremja býti ímillum almenna, landi, kommunur, er ein liður í at skapa bygdarmenning. Eg haldi at peningurin skal fylgja við brúkaranum, børnum, ungfólki, eldri fólki ið skula virka á bygd og í bý!
Tær galdandi lóggávur, skipanir, mannagongdir, kunn- og reglugerðir innan fyri áðurnevndu umsitingar eru av donskum, fremmandum uppruna, ið eiga at vera politiskt endurskoðaðar og dagførdar sum skjótast! Vit skula avtaka allan valdsavgerðarrætt á fáum hondum og leggja slíkan út til vanliga arbeiðandi verkafólkið úti á bygd og í bý, skilja allir blaðlesarar tað, ið fleiri ferðir um vikuna, lesa føroysku bløðini!
Vit skula avtaka lóggávur, skipanir, mannagongdir, kunn- og reglugerðir, við diktatur, facismu og hernaðar- og politistatum í einum størri stati, við bureauukrati, formyndarí, stovnsveldi, ið vit hava ídag! Vit kunna ikki skriva, og tosa um demokrati, fólkaræði, stýri, bygdarmenning við áðurnevndum fortreytum, grundarlagið ið bleiv innført og skapt fyrst í sjeytiárunum av landsstýrinum ið framdi sparingar!
Eg havi einfalt og lætt við at gjøgnumskoðað alt og øll í einum størri samanhangi, og vísa á hvussu órættvíst alt og øll eru skipað, hvat ið ein ger vart við í hvøssu atfinningunum í lesarabrøvum í bløðunum!
Henda miðspjaðing á øllum økjum skal skapa framburð, trivna og menning av lokalu samfeløgunum úti í útjaðaraoyggjunum og á útoyggjum, so fólkið kann støðast í heimstaðarkommununum, skilja tit tað! Vit skula venda tí skeivu búskaparligu og samfelagsligu gongdini tann øvugta vegin, so vit sleppa av við øll avbygdar, býarfólk, ið hvønn morgun og kvøld ferðast til og frá Havnini/Suðurstreymoy! Vit skula hava stongt undirsjóvartunnilin og kollafjarðartunnilin á náttartíð, so tað slepst undan øllum ólevnað og rukkukoyring úr Vágoy, Norðurstreymoy, Eysturoy, til Havnar hvørt tað einasta vikuskifti!
Vit eiga at skipa flutnings, tænastu og ídnaðarvinnur og mentan og list og lestrar, læru og frítíðarmøguleikar uttan fyri Havnina/Suðurstreymoy, við at broyta grundleggjandi strukturin ídag! Vit skula steðga allari tí privatu ferðsluni ígjøgnum Kollafjarðartunnilin og av Gomlurætt og tá ið Smyril kemur úr Suðuroy, so slepst undan av slíta lands og kommunalu vegakervini hjá okkum ídag!
Vit skula steðga allari tilflytan til Havnina/Suðurstreymoy og fáa alt avbygdar, býarfólki at flyta út aftur til heimstaðarkommunurnar, so teimum verður lív lagað, til at kunna føra lokalu samfeløgini víðari!
Eg vil javnan koma at draga saman um skrivaða í lesarabrøvum, í føroysku bløðunum og lyfta upp vitanarstøðið hjá teim ið fylgja við einum, ið eg fari at samskifta við um mangt og hvat her í Havnini!