Torbjørn Jacobsen vísti á, hvussu gingið varð undan í sóknini, tá fyrsti veruligi skúlin í Føroyum - prestaskúlin í Kirkjubø - varð settur á stovn í 12. øld og nevndi, at Sverri kongur gekk í hesum skúla. -Nú hava tit so aftur gingið undan í sóknini. Hetta er tann fyrsti nýbygdi skúlin í hesi øldini segði landsstýrismaðurin, sum fegnaðist um nýggja bygningin, ið hann helt vera glæsiligan á at líta men vísti samtíðis á, at eingin bygningur er sterkari enn tann grundvøllur, sum hann er grundaður á.
-Grundvøllurin er ivaleyst í lagi, men alt skúlans arbeiði veldst um tann andaliga grundvøllin innanhýsis millum lærara, næmingar og foreldur. Verður alt skúlans virksemi grundað á samstarvsandan og vilja til at fremja stórverk næmingunum til frama, fer tað at grógva um gangandi fót, sóknarbørnunum til miklan sóma.
Torbjørn Jacobsen segði víðari, at bygdaskúlin skal verða mentanardepilin í sóknini. -Latið børnini og ungdómin kunna seg um føroyska mentan og hjálp teimum at fata aðrar mentanir og samspæl manna við nátúruna.
Landsstýrismaðurin helt fyri, at fólk í hesi sóknini dugdu at ganga undan, eisini tá tað ráddi um skúlaskap og bað hann til, at hetta framvegis fór at verða eyðkennið fyri sóknina. Hann ynskti bygdafólkinum tillukku við nýggja skúlanum, men hóast hann ikki kundi lova teimum gull og grønar skógir, so ynskti hann teimum blíðan byr á leiðini.
Bygdaskúlin hvørvisteinur í menningini
Tað er ikki hvønndagshending, at nýggjur skúli verður tikin í brúk. Helst tí varð eisini sjálvt løgmansembæti umboðað á samkomuni á Velbastað leygardagin. Høgni Hoydal, varaløgmaður røddi um tað hann nevndi eina ta mest rørandi og kenslubornu hendingina, sum fer fram á hvørjum ári, men bert einaferð í lívinum hjá hvørjum einstøkum, nevniliga at fara í skúla fyrstu ferð.
-Við nýggjum taskum - á tremur við forvitni og vónum og kærleika til lívið - ganga øll inn í skúlan, inn í fólkaskúlan, sum er tann týdningarmesti smeltipotturin í lívinum hjá hvørjum einstøkum. Her skulu kør fyllast við vitan, her skulu vit brýnast til sosialar ábyrgdarpersónar. Her skulu vit forelska okkum, hava hjartasorg, uppliva stóra gleði og eisini niðurløg.
Varaløgmaður helt tað vera eina ta týdningarmestu hendingina í lívinum hjá eini bygd, eini sókn ella kommunu at byggja ein skúla. Hann vísti á, at bygdaskúlin hevur verið og fer at vera hvørvisteinurin í menningini hjá eini bygd og einum landi.
Høgni Hoydal nam eisini við fortíðina og vísti á ta sannroynd, at í hesi sóknini lá prestaskúli í síni tíð, og her hevur eisini stríðið staðið fyri einum føroyskum skúla og hava fleiri stórmenni havt sína vøggu her.
Varaløgmaður helt fyri, at hóast karmarnir hava verið smáir og umstøðurnar ikki tær bestu, so hevur borið til at skapt ein góðan skúla. Nú broytast hesir karmar og metti hann, at fólkið í sóknini fór eisini at megna at koyra nýtt og gott innihald í skúlan.
Hann endaði við at minna á, at skúlin er ikki bara fyri børn, lærarar og foreldur. Hann er mentanarmiðdepil fyri bygdirnar og fyri alt landið.