Bygdin og navnaskeltið

Símun Nónklett

At seta skeiva áskrift á eitt bygdarskelti er at gera seg inn á fólkið, í bygdini býr, tess siðvenju og samleika. Samsvar eigur at vera millum navnaskeltið og tað, bygdarfólkið sigur fremmandum, at bygdin eitur. Hetta samsvar er tíverri ikki í øllum førum her á landi. Tað er spell og til miklan ampa.
Var á Hellunum til tess at vita, hvat tey hildu um áskriftina á teirra bygdarskelti. Úrslitið varð undirskriftir frá øllum, ið heima vóru, við bøn um, at skeltið verður broytt til Hellurnar, soleiðis at samstar verður millum áskrift og tað, bygdin eitur, og sum føroyingar hava lært. Í umleið tríati ár hevur Hellur við órætti staðið yvir bygdini.
Í skúlanum skuldu vit læra allar bygdirnar í Føroyum. Vit sóu æru í at duga tær. Tað var stuttligt, og ikki sørt at vit fingu útlongsul av tí. Men í sjeytiárunum, tá Landsverkfrøðingurin setti bygdaskeltini upp, vótu vit mong, sum undraðust og stóðu spyrjandi, tí á nøkrum teirra stóð nú annað enn tað, vit lærdu.
Tú kanst so spyrja, hví pilkast skuldi við navnið - arvin, sum bygdarfólkið hevði varðveitt og tað, vit øll høvdu lært. Hví vildi táverandi myndugleiki tað øðrvísi?
Setti mær fyri at vita, um vit kundu finna núverandi myndugleika, sum kundi endurskoða og broyta áskriftina á ávísum skeltum. Hetta var lættari sagt enn gjørt; men í dag vita vit, at Vinnumálaráðið og Landsverk í felag hava henda myndugleika, og hava hesir stovnar tískil fingið undirskriftirnar av Hellunum og somuleiðis undirskriftirnar frá bý- og bygdaráðum. Vónandi er málið nú í góðum hondum, og vónandi verður broyting framd skjótast gjørligt. Hetta hevur skund.
Bygdir, hvørs navnaskelti hava elvt til ónøgd, eru: Ánirnar, Hellurnar, Lamba, Skála, Norðskála, Haldórsvík og Kolbeinargjógv.
Tað eru ikki bert navnaskelti, ið eiga at verða broytt. Sjálvsagt eiga eisini føroyakortið hjá Geodætisk Institut, telefonbókin, pappír frá almennum stovnum o.s.fr. at verða broytt samsvarandi.
Broytingin fær týdning fyri skúlan og tey, sum undirvísa í heimstaðarlæru og før. landalæru, fyri samskifti, ferðavinnuna, kunningarstovurnar og føroyingar eins og útlendingar, sum ferðast í Føroyum. Ikki minst siðsøguliga og søguliga er týdningarmikið, at bygdin fær navnaskelti við rættari áskrift.