Bygdirnar stríðast um niðaru plássini

11. umfarið var enn ein staðfesting av, at tað er bara Skála av bygdarfeløgunum, sum er ført fyri at geva stóru feløgunum í høvuðsstaðnum mótstøðu í kappingini um oddaplássini

11. UMFAR SAMANUM

Kappingin um FM í fótbólti er ein kapping millum HB og B36. Spurningurin er, um tað hesa ferð skal eydnast B36 at skala HB. Tað hevur tað ikki gjørt trý tey undanfarnu árini. Um tað fer at eydnast í hesum kappingarárinum er enn í tí óvissa. Eftir ellivu tey fyrstu umførini er stantum. B36 og HB rógva lið um lið, og Skála tykist vera einasta vónin hjá bygdunum.
Sunnudagin var HB á Sevmýri, har tað higartil ikki hevði eydnast nøkrum at fingið fult ? heldur ikki B36, sum í øðrum umfari var heppið at røkka málleysum javnleiki á Sevmýri. HB hevði undan ferðini til Suðuroyar einki stig fingið á bygd. Men HB vann á Sevmýri. Heimaliðið kroysti teir síðstu løtuna, men meistararnir komu undan við 2-1 sigri, og harvið tykjst teir vera slopnir av við bygdakompleksi, sum teir hava havt higartil í ár.
Eisini B36 fekk fulla úrstøku sunnudagin. Teir høvdu vitjan av NSÍ, sum í fyrsta umfarinum fór við øllum, tá ið teir vitjaðu B36. Hesa ferð tók B36 alt. NSÍ misti tíðliga ein mann, og tað gjørdist ov møtimikið. B36 sigurin ber við sær, at fjarstøðan frá NSÍ og fram til havnarfeløgini øktist til seks stig.
Skála fór um tey fjøruti fyrst í hesum mánaðinum. Sunnudagin høvdu teir á Skála vitjan av VB, sum nú sunnudagin verður hundrað. Meðan tað í hondbóltinum í vetur gekk ógvuliga væl hjá vágskvinnum, sum vunnu meistaraheitið og eisini vóru í steypafinaluni, so gongst tað einki serligt hjá fótbóltsspælarunum. Teir eru nú aftastir, og orðini hjá veteranmálverjanum, sum sunnudagin vardi málið fyri 300. ferð í landskappingini, eru uppaftur meiri aktuel nú, enn tey vóru, tá ið hann segði tey í Sjónvarpi Føroya herfyri. Bjarni Johansen varð spurdur, hvat tað var, sum skuldi broytast, um vend skuldi koma í. Hann svaraði stutt og greitt ? alt!

Bygdastríð
Á Skála er ikki neyðugt at broyta so nógv. Skála tykist eiga einasta liðið, sum í løtuni er ført at gera nakað við høvuðsstaðarfeløgini. Skála hevur staðið seg væl ímóti høvuðsstaðnum. Skálamenn vunnu 4-3 á HB á Skála, og teir hava fingið eitt stig ímóti B36 ? bæði á heimavølli (1-1) og í Gundadali (2-2).
Stóra iðranin hjá skálamonnum má vera, at teir hava kiksað so dyggiliga á heimavølli ímóti bygdarfeløgum. Í triðja umfarinum mistu teir tvey stig á heimavølli ímóti ÍF (3-3), og í fimta umfarinum mistu teir trý stig, tá ið VB 24. apríl fór av Skála við øllum stigunum. Teir vunnu 1-0.
Um stóra kappingin í toppinum bara skal vera millum havnarfeløgini, ella um skálamenn skulu vera uppií, fer ikki minst ábending at fáast um, tá ið Skála mikudagin 22. juni fer at vitja HB. Dysturin í 14. umfarinum er sambært skipanini framskundaður, tí Skála leygardagin 25. juni skal spæla fyrstu Intertoto uppgerðina nakrantíð.
Eingi av hinum bygdafeløgunum tykjast í løtuni at hava førleikan at blanda seg upp í toppin. NSÍ hevur undanfarnu árini ofta verið framvið, uttan at tað hevur eydnast teimum at lyfta ella at stríða seg á toppin. Tað hava teir eisini verið í vár, men tá ið royndin tvær tær seinastu ferðirnar rættuliga skuldi gerast til veruleika, so dumpaði NSÍ. Treytirnar hava verið harðar. NSÍ hevur síðstu vikuna verið tvær ferðir í Gundadali, har teir longu frammanundan høvdu verið tvær ferðir. Í teimum fýra royndunum hevur NSÍ fingið trý stig í Gundadali. Tað er ov lítið, um NSÍ skal vera við í kappingini um FM heitið.
Klaksvíkingar høvdu vónina um, at munurin hjá teimum til toppin kanska eftir 11. umfarið skuldi minkað til minni enn tey fimm stigini, sum hann var undan vikuskiftinum. Veruleikin gjørdist tann øvugti av vónini. KÍ dumpaði á Eiði, og munurin frá sætta plássinum hjá KÍ og fram til toppin er nú átta stig, og í løtuni er heilt torført at ímynda sær, at KÍ skal vinna FM. Í fyrstu atløgu ræður tað meiri um hjá KÍ at halda seg burtur frá botninum.

Botnurin stórur
Í GÍ hava teir leingi rannsakað seg sjálvar. Úrslitini hava latið bíðað eftir sær, men ímóti ÍF glapp. Fuglfirðingar hava ikki vunnið í Gøtu síðani í 1980 ella árið eftir, at teir vunnu FM fyri fyrstu og higartil einastu ferð.
Hesa ferð vann GÍ 3-0, og tað tóktist einki at bila, at GÍ misti ein mann, tá ið støðan framvegis var málleysur javnleikur. ÍF tykist heilt at hava mist luftina. Næsti møguleikin at reisa seg verður, tá ið Skála annan sunnudag fer at vitja.
Í tólvta umfarinum verður tað heilt áhugavert, tá ið GÍ fer at vitja í Klaksvík. Tá fer góð ábending at fáast um, hvussu hesi bæði feløgini eru fyri.
EB/Streymur skal í 12. umfarinum vitja HB í Gundadali. EB/Streymur hevur mangan havt nógvar møguleikar í Gundadali, men tað hevur gingið stak illa at fáa úrtøku burturúr, og so hava teir einki fingið.
TB skal annan sunnudag vitja í Runavík, har teir tíðliga á árinum megnaðu óvæntaðan javnleik. Hjá TB ræður tað um ? á sama hátt sum tað ger tað hjá VB, GÍ og ÍF ? at fáa stig, so botnplássið og niðurflytingarvandin ikki verða so stór hóttan.
Næstu stóru vikuna fer tað fyrst og fremst at snúgva seg um landsdystirnar ímóti Sveis og Írlandi, áðrenn eyguni aftur fara at verða vend ímóti landskappingini og tólvta leikumfarinum. Tá verður spurningurin tikin uppaftur, um FM stríðið bara verður kapping millum feløgini í Gundadali, ella um Skála og kanska onkur annar á bygd fer at blanda seg uppí.