Byggið bæði í senn

Rúm er fyri at byggja nýggja høll á Argjum og byggja út á Hálsi samstundis, sigur Bogi Andreasen, býráðslimur.

- Vit skulu ikki niðurraðfesta ætlanirnar við at byggja høllina á Hálsi út, men rúm er fyri at byggja nýggja høll á Argjum samstundis, sigur Bogi Andreasen, borgarstjóri.

 

Bogi Andreasen heitti týskvøldið á Tórshavnar Býráð um at uppraðfesta arbeiðið við at byggja eina ítróttarhøll á Argjum, men fekk í morgun mótspæl frá Kyndli, Neistanum og Fleyr.

 

Tað er eingin loyna, at hallarítrótturin í høvuðsstaðnum hevur trong kor. Ítróttarfeløgini eru mong, og á hvørjum ári skulu tey semjast um, hvussu nógvar tímar tey skulu fáa, og niðurstøðan er altíð tann sama – ov fáir tímar, ov fáar hallir, eru til taks. Eingini ivi er tí um, at tørvur er á nýggjum hallum.

 

- Vit hava rúm fyri tveimum verkætlanum í senn í høvuðsstaðnum. Tað ber væl til at gera ætlaðu útbyggingina á Hálsi umframt at byggja eina nýggja høll á Argjum. Í mínum hugaheimi eru verkætlanirnar fullkomiliga javnsettar, sigur Bogi Andreasen.

 

Ætlaða útbyggingin á Hálsi er at byggja eina hálva høll afturat verandi høll. Kyndil, Neistin og Fleyr meta ikki hesa loysnina vera nóg góða, men Bogi Andreasen heldur, at tey eru ov skjót at avvísa hana.

- Hóast tað ikki ber til at spæla hondbólt í eini hálvari høll, so fer tað at skapa rúm og pláss aðrastaðni í Havnini, sigur Bogi Andreasen og vísir á, at øðrum ítróttu og yngri árgangum ikki tørva líka nógv pláss vaksnu hondbóltsliðini.

- Við at flyta aðrar ítróttargreinar niðan í hálvu høllina á Hálsi, verður pláss hjá hondbóltinum aðrastaðni. Ein útbygging á Hálsi, hóast talan er um eina hálva høll, betrar eisini nógv um umstøðurnar at skipa fyri ráðstevnum og øðrum upp á Hálsi.

 

Talan er eisini um at byggja eina multihøll í høvuðsstaðnum, men hendan ætlanin liggur langt frammi í tíð, sigur Bogi Andreasen.

- Vit hava fleiri stórar verkætlanir í gongd og peningur er ikki til eina multihøll júst nú. Ein slík kostar 80 milliónir, og tað verður ov stórur biti at gloypa, tá vit samstundis arbeiða við at byggja nýggjan skúla, nevndu útbyggingar á Hálsi og Argjum og nýggjan langhyl í svimjihøllini, sigur Bogi Andreasen.