Í Vikuskiftissosialinum varpaði Sosialurin ljós á fukttrupulleikar á Boðanesheiminum, í Fimi, í skúlanum við Løgmannabreyt og í skúlanum á Argjahamri.
MAP arkitektar hava teknað skúlan á Argjahamri og in.fo hevur fingið orð á Rúna Abrahamsen, arkitekt og partaeigara.
- Vit eru í eini tilgongd, har skaðin á skúlanum á Argjahamri verður kannaður. Ein uttanveltaður sýnsmaður skal koma við eini frágreiðing um hvat er galið, og hví tað er galið. Tá sýnsmaðurin er komin við eini niðurstøðu, seta vit okkum saman við Articon, sum er høvuðsarbeiðstakari, og Tórshavnar kommunu, sum er byggiharri, at avtala, hvussu feilirnir kunnu fáast í rættlag og hvussu vit fara víðari við málinum, sigur Rúni Abrahamsen, eigari í MAP arkitektar. Tað eru teir, sum hava teknað skúlan á Argjahamri.
- Skúlin á Argjahamri var ein sólskinssøga. Arbeiðið gekk sera væl, vit hildu avtalaðan prís til avtalaða tíð, so tað var keðiligt, at tað nú eru tekin til skaðar á skúlanum, sigur hann.
Hann heldur tó ikki, at hetta skal samanberast við skúladepilin í Hovi.
- Tað, sum er greitt er, at orsøk er til at kanna skúlan nærri og staðfesta, um stórvegis skaði er. Við skúladeplinum í Hovi var talan um eina størri skandalu, men hinvegin, har ruddaðu arbeiðstakarin og ráðgevingin upp eftir sær aftan á, og soleiðis plagar tað at vera í slíkum verkætlanum, sigur Rúni Abrahamsen.