Bygginevnd fyri Klaksvíkar Sjúkrahús mannað

Bygginevndin er sett at gera tilmæli um, hvussu Klaksvíkar sjúkrahús á bestan hátt kann útbyggjast í framtíðini

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, hevur avgjørt at seta eina bygginevnd, sum vegna Heilsumálaráðið skal hava byggivirksemið fyri Klaksvíkar Sjúkrahús um hendi.

Arbeiðssetningurin hjá nevndini er at gera eina lýsing av verandi høliskarmum á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Við atliti til ?Álit um framtíðar sjúkrahús í Føroyum? at gera eina lýsing av, hvussu Klaksvíkar sjúkrahús, sum ein partur av samlaða sjúkrahúsverkinum og sum ein savnandi partur av heilsuverkinum, skal virka í framtíðini, t.v.s. arbeiðsøki, upptøkuøki, sergreinar o.s.fr. Herumframt skal nevndin

við støði í oman fyri nevndu lýsingum gera uppskot um, hvussu Klaksvíkar sjúkrahús á bestan hátt kann útbyggjast/nýbyggjast og nútímansgerast, og hvussu verandi karmar frægast verða nýttir.

Í bygginevndini eru Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður fyri Klaksvíkar sjúkrahús, formaður, Jákup Petersen, yvirlækni á Klaksvíkar sjúkrahúsi, Jona Nielsen, fyristøðukvinna á Klaksvíkar sjúkrahúsi, Regin Olsen, maskinmaður á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Turid Arge, deildarstjóri, umboð fyri Heilsumálaráðið.

Bygginevndin kann seta undirbólkar at greina ávíst virksemi eftir tørvi.