Tekst & Myndir: Dávur Winther
Fyrrapartin í dag var lítil samkoma við steinsetingina fyri húsinum hjá Nólsoyar Páll. Borgarstjórin, Jógvan Skorheim handaði formanninum fyri áhugabólkinum, Nólsoyar Páll, Archibald Black skeytið fyri lendið, húsið skal byggjast á – nærhendis Bakkahjallarnar, sum Nólsoyar Páll eisini reisti í síni tíð.
Borgarstjórin fegnaðist um, at tað hevði gingist væl hjá áhugabólkinum at fáa fígging til vega, og at tað var so nógvur áhugi fyri hesi bygging annars.
Tað er eisini eydnast væl at fáa eitt ítøkiligt projekt upp at standi, sum Albert Isfeldt, arkitektur hevur staðið fyri, hetta tí at heimildirnar eru góðar fyri hvussu húsið hevur sæð út.
Við skeytinum í dag eru lunnar lagdir undir, at lendið er útvegað til endamálið, og at verkætlanin kann fremjast í verki.
Hetta húsið, ið ikki hevur verið so lítið eftir tátíðar meti, er enn eitt sera áhugavert íkast til ein spennandi miðbý, sum um ikki so langa tíð fer at hava nógv at bjóða.
Teir, sum sita í áhugabólkinum, Nólsoyar Páll, eru: Archibald Black, formaður, Líggjas í Bø, skrivari og kassameistari, Finn Kjølbro, nevndarlimur, Anfinn Kallsberg, nevndarlimur.
Borgarstjórin, Jógvan Skorheim ynskti at enda hepna hond við verkætlanini.