Byggja íbúðir til lesandi í hjartanum í Klaksvík

Klaksvíkar Býráð hevur nú samtykt at stovna sjálvsognarfelag, sum skal standa fyri at gera lestraríbúðir í miðbýnum í Klaksvík.

Elsebeth M. Gunnleygsdóttir, forkvinna í sosialu nevnd í Klaksvík sigur, at tað er harðliga tiltrongt við íbúðum til lesandi í Klaksvík, tí tað er nógvur ungdómur, sum gongur í skúla í býnum.

- Samstundis sum sjálvsognarstovnurin verður stovnaður, hevur býráðið eisini samtykt at lata lendi í miðbýnum til byggiverkætlanina, upplýsir Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum eisini umboðar í nevndini fyri stovnin, ið skal standa fyri verkætlanini.

Talan er um eitt stykki mitt í býnum, beint við Heilsumiðstøðina. Talan er um stykkið, sum er merkt við gulum á myndini.

- Vit hava lagt dent á, at íbúðirnar skulu vera mitt í býnum fyri at draga ungdómin inn í sjálvan miðbýin fyri at fáa meiri lív í, leggur hon afturat.

Elsebeth M. Gunnleygsdóttir sigur, ætlanin er at byggja lestraríbúðir í trimum byggistigum.

Tað, sum nú er talan um at byggja, er fyrsta byggisting og har skulu vera einar 30 íbúðir og mett verður, at tær fara at kosta einar 20 milliónir.

Hvussu verður við øðrum og triðja byggistigi, verður ikki greitt, fyrrenn miðbýarætlanin er liðug.

Men endamálið er at byggja íbúðir í ymsum støddum til støk og uppihaldarar, men tær verða eisini beint við, á Sandinum.

Hon ásannar kortini, at enn er langur vegur at fara, men ætlanin er at arbeiða so skjótt, sum gjørligt.