Byggja ferðavinnubygning í Kirkjubø

Kongsbóndaparið í Kirkjubø hava í eina tíð arbeitt við eini verkætlan um uppskot til ferðavinnubygning í Kirkjubø, og hava nú søkt kommununa um at tillaga byggisamtyktina í mun til hesa verkætlan.

Á býráðsfundi mánadagin viðgjørdi Tórshavnar býráð eina umókn um at broyta byggisamtykt í Kirkjubø í sambandi við ætlanina hjá bóndahjúnunum.

 

Í frágreiðing frá býráðsfundinum sæst, at í eina tíð hevur verkætlanin um uppskot til ferðavinnubygning í Kirkjubø verið í umbúnað. Ætlanin er, at ferðavinnubygningurin skal kunna taka ímóti ferðafólkum, bæði útlendingum og føroyingum, ið koma til Kirkjubøar.

 

Nýggi bygningurin fer at hýsa, café, veitsluhølum, framsýning, stórkøki, starvsfólkarúmi, vesum, billettsølu, sølu av ferðaminnum v.m., og eisini inngongd til Fjósið.

 

– Tað er umráðandi, at bygningurin leggur seg undir verandi bygningar og letur søguligu bygningarnar koma fram. T.v.s. at tá mann kemur koyrandi til staðið, skal kirkjubøgarður, múrurin, kirkjan og fjósið vera tað, sum sæst burturúr beinanvegin, stendur í umsóknini.

 

– Enn er ætlanin á byrjunarstøði, men ráðgevarnir, Arkitektar99, sum arbeiða saman við bóndaparinum, hava sett verkætlanina soleiðis saman, at hesir táttar verða stýrandi fyri byggingina:

 

– at seta bygningin so lágt sum gjørligt í lendið.

 

– Partar av bygninginum verða lagdir undir jørð.

 

– Ovara hæddarmark er verandi bussskýli/bygningur (sum er uml. 4 m høgt).

 

Økið, sum ætlanin er at byggja á, liggur partvís í J-øki og H-øki í serstøku byggisamtyktini fyri Kirkjubø og Velbastað.

 

Ásetingar fyri øki H: Frílendi

 

1. Frílendi, t.e. bøur og lendi, sum ikki má byggjast á. Tað eru lendi, sum løgd eru av til varðveitingar av náttúru, fornminnum o.t. og til at fríðka um bygdina og gera hana dámligari at búgva í.

 

2. Á teim í 1. stk. fyrr nevndu økjum mugu bert verða gjørdir vegir, gøtur, bilstøðlar, veitingar, garðar o.t. Á teimum einstøku økjunum kunnu verða reistir bygningar, sum skila til virðið á økinum.

 

3. Loyvi kann gevast til at byggja einstøk úthús, sum eru neyðug fyri raksturin av garðsbrúkinum, t.d. seyðahús, og uppdyrkingarvegir kunnu gerast, tá nýtingarætlan er gjørd og góðkend fyri eitt náttúrligt avmarkað størri øki.

 

4. Útstykking má ikki fara fram.

 

Ásetingar fyri øki J: Bóndahús

 

1. Øki verður lagt av til bygging í sambandi við djórahald og jarðarbrúk, og bert er loyvt at hava eini sethús til hvørt festi.

 

2. Sethúsini skulu annars lúka somu treytir, ið eru galdandi fyri øki B.

 

3. Útstykking má ikki fara fram.

 

 

 

Í Upplýsingum frá umsitingini, sæst, at mett verður, at tað enn eru fleiri viðurskifti, sum eiga at verða nágreinað nærri.

 

– Tá verkætlanin av fyrstan tíð kom inn til kommununa, umrøddi kommunan ætlanina við Tjóðsavnið, grundað á at ætlanin er at byggja í einum, tí mest søguliga og fornfriðaða økinum í Føroyum. Tjóðsavnið hevði tá nakrar viðmerkingar, og upplýsir umsøkjari, at tey hava umrøtt ætlanina við Tjóðsavnið. Kommunan kundi hugsað sær at hoyrt Tjóðsavnið, soleiðis at ætlanin verður í tráð við ætlanirnar hjá Tjóðsavninum í økinum, og soleiðis at byggingin kemur at stuðla upp undir økið og ikki fer at oyðileggja hetta serliga økið í Føroyum.

 

– Somuleiðis verður mett ráðiligt at hoyra Búnaðarstovuna um ætlanirnar og harvið tryggja okkum, at eigarin av lendinum tekur undir við verkætlanini.

 

Kommunan hevur ikki hoyrt hesar partar enn, og verður mett neyðugt at hoyra hesar partar, áðrenn broytingin av byggisamtyktini fer til hoyringar.

 

Umsitingin metir somuleiðis, at rættast er at broyta ætlaða byggiøkið til eitt vinnuøki í byggisamtyktini fyri Kirkjubø, í staðin fyri at gera eina serstaka byggisamtykt, sum ráðgevin annars søkir um.

 

Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu til, at ætlaða byggiøkið verður broytt til vinnuøki í byggisamtyktini fyri Kirkjubø, treytað av at Búnaðarstovan og Tjóðsavnið taka undir við ætlanini, og beina málið í býráðið.

 

Byggi- og býarskipanarnevndin 20. juni 2022: Samtykt at taka undir við tilmælinum.

 

Býráðsfundur 22. juni 2022: Einmælt samtykt.