Byggja ikki sambýlið á Tvøroyri upp aftur

ÓVISS LAGNA Framtíðin hjá fólkunum, sum mátti flytast av sambýlinum á Tvøroyri í ódnini í november, er óviss eftir at Tvøroyrar býráð samtykt í gjárkvøldið, at sambýlið verður ikki bygt upp aftur

Sambýlið á Tvøroyri, sum fór rættiliga illa í ódnini 25. november, verður ikki bygt upp aftur.
Tað hevur Tvøroyrar Býráð nú samtykt og tey boðini fara nú norður til Almannamálaráðið.
Tvøroyrar Býráð vil heldur hava tryggingina útgoldnað so at hon kann brúkast til onnur endamál.
Húsið er mett at kosta 2,2 milliónir at byggja upp aftur, men vil Býráðið heldur hava tryggingarpengarnar útgoldnar, er tryggingin sinnað at rinda 1.320.000 krónur, tí tað ber ikki til at fáa fult metingarvirðið útgoldið.
Býráðið hevur gjørt av at taka av hesum seinna møguleikanum.
Men í býráðnum eru tey samstundis samd um, at peningurin skal brúkast til okkurt annað endamál á eldraøkinum.
Í býráðnum verður eisini víst á, at fakfólkið, sum hava havt við sambýlið at gera, hava mælt frá at at byggja heimið upp aftur, sum tað var, tí tað var ikki serliga væl hóskandi til endamálið.
Í býráðnum á Tvøroyri staðfesta tey, at eldrarøktin er ein landsuppgáva. Men tá ið landið misrøkti hesa skylduna, hava bæði Tvøroyrar Kommuna og nógvar aðrar kommunur av berari vælvild tikið um endan og hava bygt sambýli og ellis- og røktarheim. Men tað einasta, tey hava fingið burtur úr, er, at kommunurnar hava sloppið landsmyndugleikunum undan eini stórari ábyrgd.

Trumlað niður
Býráðslimir vístu eisini á, at serliga nú er ongin orsøk hjá kommununum at átaka sær eina ábyrgd, sum landið eigur, tá ið hugsað verður um, hvussu landsmyndugleikarnir ”trumla” Suðuroyar Ellis- og røktarheim niður við ovurstórum sparingum við teirri avleiðing, at helt nógv starvsfólk hava mist starvið.
Býráðslimir førdu eisini fram, at ætlanin er at leggja eldraøkið undir kommunurnar at umsita og samstundis liggur ein kommunusamanlegging fyri stavn.
Og sum umstøðurnar eru beint nú, halda býráðslimir á Tvøroyri samanumtikið ikki, at tað er nøkur orsøk hjá teimum at byggja sambýlið upp aftur.
Tey vísa eisini á, at tað tænir ikki sínum endamáli at byggja sambýlið upp aftur, tí eitt sambýlið er ætlað fólkum, sum klára seg sjálvi við einum sindri av hjálp.
Men veruleikin er, at Sambýlið á Tvøroyri og nógv onnur sambýli, eru røktarheim burturav og tískil tænir tað ikki endamálinum at byggja sambýlið upp aftur.
Í býráðnum á Tvøroyri vísa tey eisini á, at í fleiri ár hevur politiska ætlanin hjá landsmyndugleikunum verið at endurskoða eldraøkið.
Tí eru tey ikki sinnað at fara undir eina fyribils loysn, men vilja heldur arbeiða við eini langtíðarloysn.
Tvøroyrar býráð er heldur sinnað at brúka tryggingarupphæddina til onnur endamál á eldraøkinum, eitt nú eldraíbúðir, lutaíbúðir ella okkurt sovorðið.
Tey fara nú at tosa við Húsalánsgrunnin fyri at vita, hvat hann kann luttaka í, vissi kommunan setir tryggingarupphæddina fyri Sambýlið og grundstykki í eina slíka ætlan.

Selja stykkið
Samstundis hevur Tvøroyrar Býráð eisini samtykt, at grundstykkið har sambýlið stóð, verður nú selt við tí, sum er eftir av sambýlinum.
Keyparin skal so antin taka restina av sambýlinum niður, ella byggja sær nýggj hús á grundina.

5 fólk

Tá ið ódnin herjaði landið 25. november, fór øll yvirtromin oman av sambýlinum á Tvøroyri og tey fimm búfólkini vórðu flutt burtur í skundi.
Tey vórðu flutt á Suðuroyar Sjúkrahús, men síðani vórðu tey flutt á Harmagarð, sum er nýggja ellis- og røktarheimið í Vági og har tey hava verið síðani.
Avtalað er gjørd um at tey kunnu vera á Hamragarði til 1. februar og kommunan hevur satykt at rinda fyri tey til tá.
Men sum tað sæst í hinari greinini, hevur Tvøroyrar Kommuna staðfest, at talan er ein ábyrgd, sum landið eigur og at sambýlið verður tískil ikki bygt uppaftur.
Sostatt er óvist, hvussu verður við hesum fólkunum eftir 1. februar.
Býráðið á Tvøroyri hevur ikki tikið støðu til, um tey fara at gjalda fyri hesi fólkini eftir 1. februar.
Á býráðsfundinum á Tvøroyri varð eisini nevnt, at ein framtíðarloysn kundi verið, at Nærverkið flutti fólkini á Suðuroyar Ellis- og røktarheim, har pláss eru tøk við tað, at seks tvíkømur eru gjørd til einmanskømur.
Sostatt standa seks sengur tómar á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi.