Byggja ítróttarhøll við Streymin

Hon verður bygd í sambandi við nýggja felagsskúlan við Streymin

Nú ætlanin er at leggja skúlarnar í Sunda Kommunu saman, og at byggja ein nýggjan, felagsskúla við Streymin, er eisini avgjørt at byggja eina ítróttarhøll.

 

Tað upplýsti Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu, á borgarafundi í gjárkvøldið um ætlanina at leggja skúlan saman.

Hann sigur, at ítróttarhøllin skal byggjast í sambandi við nýggja skúlan, so at skúlabørnini kunnu fáa sum mest nyttu av henni.

 

Á fundinum varð spurt um tað ikki hevði verið rættari at bygt eina íróttarhøll í sambandi við fótbóltsvøllin Við Margáir.

 

Heðin  Zachariasen sigur, at ongin ivi er um, at tað er best at byggja ítróttarhøllina við skúlan, so at hon kann brúkast í sambandi við undirvísing og so at børn og ung úr allari kommununi, fáa sum mest nyttu av henni.

 

Her er ikki hugsa um fótbóltin, men fyrst og fremst um at skapa børnum og ungum bestu fortreytir, leggur borgarstjórin afturat.