Tað var kappin Ove Joensen, sáli, sum eftir bragdið at rógva til Danmarkar í Dianu Victoriu, lovaði børnunum í Nólsoy svimjihyl.
Ova untist ikki langa livitíð, eftir bragd sítt, men aðrar kreftir hava síðani arbeitt fyri, at ynski hansara um svimjihyl í heimbygdini skal ganga út.
Er nú byrjað
Peningur er fingin til vega við árligu ovastevnunum í Nólsoy og nú er arbeiðið byrjað.
Eystanfyri skúlan er stoypiarbeiðið í gongd.
Hilmar Joensen, lærari og nevndarlimur í nevndini fyri hylin, gleðir seg at fáa svimjihylin. Men eisini gleðir hann seg, tí ætlanin er tá at broyta eystara enda á skúlanum soleiðis, at talan verður um eina fimleikarhøll.
Sum nú er hava tey í skúlanum slíkt høli, men tað er sera lítið og lágt.
Meira pening.
Hilmar Joensen sigur, at arbeiðið, sum nú verður gjørt, er 1/3 av arbeiðinum.
Men so verður aftur neyðugt við tiltøkum, so arbeiðið kann halda fram.
Eingin almennur peningur hevur verið við í ætlanini, men allur peningurin er komin frá ovastevnunum.
Men hann væntar, at lættari verður at fáa pening til vega, nú arbeiðið er byrjað og tey hava okkurt at vísa á og ikki bert ætlanir.
Hilmar metir, at tað kemur at hava alstóran týdning fyri bygdina, at fáa svimjihyl. Tað er kommunan, sum í samstarvi við nevndina, stendur fyri at byggja svimjihylin.
Tá hylurin er liðugur, verður eisini rúm fyri bátinum hjá Ova, Dianu Victoriu, sum skal eiga fast pláss og sýnast fram í svimjihøllini í Nólsoy.