Byggja nýtt skip fyri hálva milliard

Eitt nýtt skip innan fimm ár eru farin. Hetta er ynskið og málið hjá leiðsluni í Smyril Line.

Eitt nýtt skip innan fimm ár eru farin. Hetta er ynskið og málið hjá leiðsluni í Smyril Line. Heilárssiglingin við størri denti á farmaflutning enn higartil er nettup ein av fortreytunum fyri at kunna byggja eitt heilt nýtt skip upplýsir Óli Hammer, stjóri í Smyril Line. Eitt slíkt skip skal hava 50% størri kapacitet enn Norrønu og fer at kosta í minsta lagi 500 mill. kr.

Hann heldur fyri, at teir í síni tíð vóru sera hepnir við keypinum av Norrønu, sum hevur víst seg at vera eitt sera sjógott skip. Skipið er eisini væl hildið og er framvegis í besta standi.

-Skal tú hava eitt brúkt skip, so fær tú ongantíð tað tú vil hava. Serliga um tú skal sigla um veturin, so mást tú byggja eitt skip, sum kann sigla við nógvari ferð í ringum veðri. Síðani eru tað krøvini, sum í dag eru til gomul skip. Og tað er ringt at finna eitt brúkt skip, uttan at tað skulu stórar umbyggingar til.

Óli Hammer sigur, at hóast Norrøna kann sigla nógv ár aftrat, so er rætt at arbeiða fram ímóti at fáa er eitt meira nútíðarhóskandi skip við øllum teimum hentleikum umborð, sum tíðin krevur - og somuleiðis eitt skip, sum siglur væl skjótari enn Norrøna. Eitt nýtt skip skal helst kunna ganga góð 20 míl. Norrøna gongur umleið 19 míl. Við hesi ferðini skal teinurin millum Danmark og Føroyar fáast niður á umleið eitt samdøgur. Í dag tekur túrurin 30 tímar.

Uppá fyrispurning hvussu rutan verður við einum nýggjum skipi, sum kann sigla skjótari heldur Óli Hammer, at teir hava eitt gott rutumynstur, og fara teir eisini at royna at halda fast í tí.

Nú tað tykist at vera eitt so stórt ynski millum føroyingar at hava rutusamband til Aberdeen spurdu vit Óla Hammer, um teir við einum nýggjum skipi ikki fara at ganga hesum ynskinum á møti. -Tað kunnu vit ikki lova. Tí tað krevur nokk meira enn eitt skip. Eg rokni við, at tað verður ógvuliga ringt hjá einum privatum felag at røkja rutuna til Aberdeen við slíkum stórum skipi. Men hvat man kann røkja við einum minni og bíligum skipi dugi eg ikki at svara uppá. Við einum skipi, sum kostar nógvar pengar at byggja, mást tú leggja rutuna eftir tí, har pengarnir og fortjenastan er.

So verandi rutan hjá Norrønu verður helst eisini framtíðar rutan hjá einum møguligum nýggjum skipi, eisini siglingin uppá Hetland, sum knýtir Noreg og Stórabretland saman. Tað kemur heldur ikki uppá tal at broyta rutuna til Íslands, soleiðis at siglt verður uppá Reykjavík heldur.

Farið verður heldur ikki at sigla til Esbjerg aftur. Óli Hammer sigur, at tað er í umbúnað at byggja eina stóra samferðsluhavn í Hanstholm. Innsiglingin er broytt, og hevur tú eitt skip við góðari maskinorku, so verða tað fáir ella ongin dagur, har tað ikki slepst til kei. Eisini er Hanstholm stytsta leiðin millum Føroyar og Danmark.