Frítíðarskúlin skal hýsa upp til 60 frítíðarskúlabørnum frá 0.-3. flokk og til frítíðar- og ungdómstilboðið, sum nevnt verður Úthangið.
Bygningurin verður í tveimum hæddum og verður tilsamans umleið 400 fermetrar til støddar.
Staðsetingin verður við Botnánna í Kollafirði, har sum gamla vatnverkið var ímillum dagstovnin Kura og samkomuhúsið Zion. Við nýggja frítíðarskúlanum verður alt námsfrøðiligt virksemið í Kollafirði samlað við Botnánna.
Byggingin av frítíðarskúlanum er eisini ein liður í at skipa eitt trivnaðarøki í bygdini, sum verður eitt savningarstað hjá bygdafólkinum.
Fyrireikingarnar at byggja frítíðarskúlan hava verið í gongd í eina tíð, og arbeiðið byrjar sum skjótast. Frítíðarskúlin verður klárur at taka í nýtslu í november 2025.
Arbeiðstakari er Articon, sum vann útboðið í kapping við aðrar arbeiðstakarar. Samlaði byggikostnaðurin er uml. 23 mió.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##