Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at fara undir at fyrireika arbeiðið at gera eina risastóra høll til hondbólt og annan ítrótt, umframt til konsertir, ráðstevnur, og annað. Talan skal sostatt vera um eina marghøll, sum skal verða góðkend til altjóða hondbóltsdystir, og tað merkir, at tað skulu vera sitipláss til minst 3000 askoðarar. Á konsertum verður pláss fyri fleiri fólkum.
Men býráðslimir eru greiðir yvir, at tað hvørki næsta ár, ella um tvey, ella trý, ella fýra á, at høllin verður bygd, tí stórar íløgur eru fyri framman á ymsum øðrum økjum, bæði skúlar, eldrabýli, og nógv annað, sum liggur á láni. Umframt at kloakkir, vegir, og annað, har tað er brúk á nógvum øðrum økjum, siga býráðslimir.
Tí fýlast býráðslimir í andstøðuni eisini á, at býráðslimir geva fólki tað fatan at farið verður undir høllina í næstum. Tað fer ikki at henda, tí tað ganga fleiri ár, áðrenn nakað verður bygt, staðfesta tey í minnilutanum.
Meirilutin í býráðnum ætlar at høllin skal vera við Stórutjørn, har tey halda at hon liggur væl fyri, tí tað verður beint við høvuðsvegin inn í Havnina. Men aðrir býráðslimur halda, at tað er dekan ov tíðliga at tosa um nakra staðseting, tí enn er ikki ein strika sett á pappírið. Ein, sum er ørkymlaður av, at røddir eru frammi um, at høllin skal gerast nú, er Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, tí tað heldur hann er veruleikafjart, samstundis sum eldraøkið liggur í skeljasori, sum hann málbar seg.
Minnilutin í býráðnum, Javnaðarflokkurin, er eisini ósamdur í, at ein slík høll skal vera við Stórutjørn, sum er so farskotin. Tey vilja heldur, at høllin verður bygd við rennibreytina á Hálsi.
Gunvør Balle sigur, at høllin krevur eitt stykki upp á 20.000 fermetrar, so tað er ikki pláss fyri tí á Hálsi, har Kommunan heldur ikki eigur nakað stykkið. Betri eigur eitt stykki har, og tey vilja ikki av við tað, sigur Gunvør Balle. Høllin er so stór, at tað er neyðugt at fara út um býin við henni, tí hon krevur eisini nógv parkeringspláss, sigur Gunvør Balle.
Og tað, býráðið nú hevur samtykt, er, sostatt at seta eina fyrireikingarnevnd, sum eisini skal fáa greiði á, hvørji krøv verða sett til eina slíka høll.
Hetta er at seta sjøtul á eitt arbeiðið, sum vísir langt inn í framtíðina, sigur Annika Olsen. Men hon sigur, at endamálið er at fáa aðrar íleggjarar at seta pening í høllina, so at kommunan ikki verður einsamøll um fíggingina.
Uppskotið varð einmælt samtykt. Og samstundis hevur meirilutin í býráðnum samtykt at hølin skal vera við Stórutjørn.