Byggja savn um William Heinesen – røkkur 21 metrar undir jørð

Nú skal byggjast eitt stórt savn um stóra skal okkara William Heinesen í Havn.

 

Talan er um savn, sum verður 1500 fermetrar til víddar, og sum verður sprongt niður í jørðini beint norðan fyri húsini hjá Williami Heinesen undir Varða í Havn.

Húsini hjá Williami Heinesen standa enn, sum tey stóðu, tá William og Lisa búðu har. Tað er Williamsgrunnur, sum eigur ognirnar hjá Williami, og grunnurin hevur stórar og spennandi ætlanir við hesum savni, sum verður ein varði, sum eisini tey duldu og fornisku eisini fara at síggja. Tí í staðin fyri reisa ein stóran bygning á trøðni hjá Williami, so verður ein stórur bygningur bygdur niðureftir á trøðni.

Har verður sprongt eitt 21 metrar djúpt helli niðureftir, sum skal hýsa einum stórum og savni og framsýningarhøli.

Bergur Rønne Moberg er formaður í Williamsgrunni, har eisini Zacharias Heinesen, sonur William, og dóttir Zacharias, Elisa Heinesen, eru í nevndini. Tey trý hava fingið deildina hjá kendu donsku teknistovuni Henning Larsen í Føroyum at tekna eitt uppskot til, hvussu eitt William Heinsen savn kann síggja út.

 

##med2##

Úrslitið er eitt 1.500 fermetrar stórt savn, sum skal spreingjast niður í jørðina beint norðan fyri húsini hjá Williami Heinsen. Talan er um seks hæddir, sum skulu byggjast niðureftir. Hølið verður partvís undir Varðagøtu, og ein útgongd verður út í Viðarlundina hinu megin vegin. Tað einasta, sum verður at síggja til savnið oman á jørðini, verður sjálv inngongdin, sum verður bygd inn í heyggin norðan fyri fjósið hjá Williami, og sum tí bara verður at síggja frá Varðagøtu.

 

##med3##

Meira er at lesa um ætlanirnar í Sosialin, har longri samrøða er við Berg Rønne Moberg, sum er formaður í Williamsgrunni.

Fyribils verður mett, at verkætlanin fer at kosta umleið 150 milliónir krónur, sum skulu fíggjast við stuðli frá grunnum.

 

##med4##

 

##med5##

 

Tá William Heinesen fylti 80 ár 15. januar í 1980, samtykti Tórshavnar býráð at gera hann til heiðursborgara í Havn. Á myndini handar Petur Christiansen, borgarstjóri, honum heiðurin

William Heinesen uttan fyri heimið undir Varða í Havn

Nevndin í Williamsgrunni: Bergur Rønne Moberg, formaður, Zacharias Heinesen og Elisa Heinesen

William Heinesen á heygnum oman fyri húsini. Har upp stendur skrivismáttan hjá honum, sum verður partur av nýggja savninum