Nú stendur bert gamla klokkan eftir av Skúlanum við Ósánna í Klaksvík. Arbeiðið at gera triðja byggistigið av skúlanum er nú farið í gongd. Farið er nú undir triðja byggistig av Ósáskúlanum í Klaksvík, og nú er seinasti upprunapartuin av skúlanum tikin niður.
Nýggi bygningurin, sum skal byggjast ístaðin, skal hýsa læraraumhvørvinum og fyrisitingini umframt nakrar skúlastovur til yngru flokkarnar.
Tríggir veggir standa tó eftir, sum skulu vera partur av tí nýggja bygninginum. Á einum av hesum veggunum hongur gamla klokkan eftir so hugsanarsom.
Triðja byggistig hevur eina vídd á umleið 900 fermetrar, sum lutvíst er í tveimum hæddum. Skúlin verður tilsamans 3100 fermetrar eftir seinastu byggingina.
Gongur sum ætlað, so verður hesin parturin av skúlanum liðugur at taka í nýtslu næsta skúlaár ? summarið 2011