Byggja sjey íbúðir á Eiði

Seinastu tíðina hevur verið arbeitt við at gera grundøkið á Kolshjøllum byggibúgvið, og er hetta arbeiðið komið so mikið áleiðis, at klárt er at fara undir sjálva íbúðarbyggingina.

 

Talan verður um sjey lyklaklárar íbúðir, sum eru 95 fermetrar til støddar og verða klárar at taka í nýtslu í 2021/22.

Tað var annars 25. juni 2020, at freistin fór at lata inn uppskot til íbúðarbygging á Eiði.

Tað er Sp/f Búð, sum eigur verkætlanina.

– Tað er av alstórum týdningi fyri okkara kommunu, at vit kunnu bjóða fjølbroyttar bústaðarmøguleikar, og er íbúðarverkætlanin á Kolshjøllum ein liður í hesum, sigur Rógvi Egilstoft, borgarstjóri á Eiði.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##