Byggja skúlan út fyri fleiri milliónir

Tá ið skúlin verður liðugur, verður hann tvær ferðir so stórur, sum hann er nú

Útbygging

Sumba: Í Sumba verða nú so stórar ábøtur gjørdar á skúlan í bygdini, at hann verður ikki at kenna aftur.
Í fyrra lagi er ætlanin at høvuðsumvæla skúlabygningin, sum er. Í øðrum lagi verður skúlin útbygdur so at hann verður tvær ferðir so stórur, sum hann er nú.
Jacob Vestergaard, borgarstjóri í Sumbiar Kommunu, sigur, at Mentamálaráðið hevur góðkent ætlanina og farið verður nú undir at projektera arbeiða. So verður arbeiðið boðið út í heyst og síðani verður beinanvegin farið at byggja
Hann sigur, at Arbeiðið verður liðugt á vári í 2004.
Arbeiðið verður gjørt, bæði tí at skúlin,sum er, trongir til ábøtur og tí at nýggja fólkaskúlalógin setir heilt onnur krøv til skúlabygningar, enn áður við, serstovum og øðrum og tað er hetta, sum uppíbyggingin umfatar.
Hann vil ikki siga, hvussu nógv arbeiðið kostar, men talan er um milliónir.
Nakað er sett av á fíggjarætlanini hjá kommununi í ár til endamálið, men ætlanin er at seta pening av, bæði í 2003 og 2004 til endamálið.

Øll fíggjarmegin
Borgarstjórin sigur, at ætlanin er ikki at taka lán til arbeiðið, so hesi næstu árini fer skúlin við allari fíggjarmegi hjá kommununi.
Annars sigur Jacob Vestergaard, at barnatalið í Kommununi hevur verið fallandi, men at nú er ein glotti í.
Í Sumba eru um 30 skúlabørn. Ein annar skúli er í kommununi, tað er skúlin á Leiti ímillum Lopra og Akrar. Og eisini har stendur so illa til við børnum, at um tvey ár verður bara eitt barn í tí skúlanum
Jacob Vestergaard sigur, at so slepst ikki undan einum kjaki um, antin skúlin á Leiti skal varðveitast, ella ikki.
Sjálvur vil hann treyðugt niðurleggja skúlan, tí hann ásannar, verður verður hann niðurlagdur, verður hann aldrin latin upp aftur og hann heldur, at tá ið ein bygd missur skúlan, verður hon fátækari.
Men hinvegin mugu teir eisini viðgerða spurningin, um tað er fíggjarliga forsvarligt at hava ein skúla við bara einum næmingi. Tað eru tey, sum føra fram, at nú bergholið er komið ímillum Lopra og Sumba, er sambandið blivið so gott, at børnini í Lopra og á Økrum einsvæl kunnu ganga í skúla í Sumba, tí tað eru minni enn 10 minuttir at koyra.