Byggja stórt frysti-hotell í Kollafirði

Hotellið skal verða liðugt um ársskiftið og tá verður rúmd fyri 8.000 tonsum av frystivørum í Kollafirði

Nú verður skjótt farið undir arbeiðið at gera eina stóra frystigoymslu í Kollafirði.

Talan er um eitt frysti-hotell, har øll kunnu leggja sínar vørur á goymslu.

Tað er Janus Norðberg í Havn, sum byggir hotellið saman við einum niðurlendskum felag, sum frammanundan hevur níggju frystigoymslur í Niðurlondum og eina í Noregi.

Arbeitt hevur verið við hesi ætlanini í langa tíð, men nú eru øll loyvi gingin til vega og allar fyrireikingar fingnar frá hondini.

Beint nú hevur Kollafjarðar Kommuna boðið arbeiðið út at gera bryggju til á Langasandi, har frystihotellið verður. Bryggjan verður 100 metrar long og tað skal vera 12 metrar djúpt framvið.

Tilboðini til tað arbeiðið skulu vera inni 16. mai.

Janus Norðberg sigur, at frystihotellið verður liðugt um ársskiftið.

Hann sigur, at upprunaliga søktu teir um byggiloyvi í Havn, men í samráði við Tórshavnar Býráð, og bygdarráðið í Kollafirði, samdust teir um, at besta plássið til eina slíka goymslu var á Langasandi í Kollafirði.

Sostatt er hetta ein tann fyrsta stóra fruktin, sum er heystað av kommunalu samanleggingini millum Tórshavn og Kollafjørð.


Tekur heili 8.000 tons

Sjálvt frystihotellið er 40 metrar langt og 100 metrar langt, tvs, 4.000 fermetrar stórur. Og tað tekur nógv, heili 8.000 tons.

Nýggja Frystigoymslan í Kollafirði kostar næstan 20 milliónir.

Frystigoymslan, sum ætlanin er at byggja í Kollafirði, er sera framkomin.

? Vit kunnu sjálvandi frysta niður í 25 kuldastig, og meiri enn tað, skuldi tað verðið neyðugt og yvirhøvur verður arbeitt í allar mátar eftir teimum nýggjastu fyriskipanum, sum eru.

Ætlanin er at bjóða hesa tænastuna fram til øll, sum fiska her í Norðuratlantshavi, umframt í Irmingarhavinum og Barentshavinum, bæði føroyingar og útlendingar. So tilsamans er talan um ein veldugan flota.

Hann leggur dent á, at Frystigoymslan verður rikin púra óheft av einstøkum feløgum.

? Tvs, at kappingarneytar kunnu leggja sínar vørur í goymsluna, uttan at óttast fyri, at upplýsingar um tað, koma kappingarneytunum í hendi.

Nettupp hetta er tað mest týðandi í ætlanini hjá Janus Norðberg og hansara samstarvsfeløgum.


Liggur væl fyri

Hann sigur, at fyri so vítt er nógv frystiorka í Føroyum, men hon er spjødd.

Hann heldur, at ein stór goymsla, sum hendan, teir ætla at byggja í Kollafirði, liggur væl fyri í Føroyum.

?Tað verður nógv fiskað her norðuri. Og tað er ein fyrimunur at kunna leggja vørurnar upp á goymslur í Føroyum, heldur enn at brúka dýr fiskiskip til farmaskip at sigla líka niður á marknaðin við fiskinum.?Ein annars fyrimunur við eini frystigoymslu er, at tey, sum eiga fiskin, hava betri møguleikar at stýra søluni, so at tey bjóða vørurnar fram, so hvørt tað er brúk fyri tí á marknaðinum, men halda vørunum aftur, tá ið marknaðurin er veikur.

Hann leggur afturat, at nýggja frystigoymslan er í góðum samsvari við álitið um ?Føroyar sum tilfeingisdepil?, tí har er eitt stórt frystihús nevnt sum ein fortreyt fyri at kunna gera Føroyar til ein tilfeingisdepil.

Eini 5-6 fólk koma at arbeiða á goysmluni. Men tá ið skip lossa og lasta verða brúk fyri meiri fólki, kanska 20-25 fólkum.