Longu í 2003 skiltist, at umstøðurnar at hava møtir og onnur kristilig tiltøk á Malta vóru ov trongar.
Eftir eitt av mongu møtunum greiddi stigtakarin til arbeiðið, Levi Joensen frá, at hetta sunnukvøldið vóru um 100 fólk á møti.
- Tá so nógv fólk eru til staðar, er heldur trongligt í fundarhølinum, segði hann.
Líkt er til, at tey í samkomuni nú ynskja at betra um umstøðurnar. Og í næstum verður farið undir hesa útbyggingina.
Bæði tekningar og byggiloyvi eru fingin til vega.
Signing
Malta er ein sjálveigandi stovnur, sum fór at virka í 1984. Endamálið er at fremja eitt kristiligt arbeiði millum føroyingar í Hirtshals.
Samkoman er knýtt at Brøðrasamkomunum í Føroyum, og hevur nógv ymiskt virksemi á skránni hvønn mánað.
Tíðin hevur kortini víst seg, at hølini vóru vorðin ov lítil, millum annað var tørvur á einum størri møtisali og hølum til sunnudagsskúlan, ungdómsarbeiðið og frítíðarítrivið.
- Vit mugu bara takka Harranum fyri, at Hann hevur vælsignað hetta verkið so ríkiliga. Mong eru komin til trúgv og vorðin partur av samkomuni øll hesi árini, verður sagt úr Malta.
Júst, hvat henda víðkanin fer at kosta, verður ikki sagt nakað um. Men tey vóna, at mong fara at stuðla hesum arbeiðinum.