Umhvørvisvinarligur brunnbátur byggjast í Turkalandi

Nýggi báturin, sum eftir ætlan verður latin norska reiðarínum í øðrum fjórðingsári í 2023, verður drivin við el/hybrid.

 

 

Brønnbåt Nord í Noregi byggir nú ein el/hybrid drivnan brunnbát. Dagligi leiðarin í brunnbátareiðarínum, Per-Harald Olsen, sigur í tíðindaskrivi, sum iLaks.no endurgevur, at íløgan hevur stóran týdning fyri reiðaríið, og hann leggur dent á, at íløgan er enn eitt stig í strembanini eftir at gera fyritøkuna meira umhvørvisvinarliga.

 

Brunnbátafelagið hevur samstarv við eitt nú Salaks, Gratanglaks og Kleiva Fiskefarm. Dagligi leiðari vísir á, at íløgan, sum felagið nú ger, vísir, hvussu brunnbátafelag og alarar í norsku regiónini bæði kunnu virðisøkja, samstundis sum virksemið verður gjørt meira umhvørvisvinarligt.

 

Tað er NSK Ship Design, sum hevur sniðgivið nýggja brunnbátin. Skipið hevur eina brunnkapasitet á 2.800 rúmmetrar og skal sambært sáttmálanum latast eigaranum í øðrum fjórðingsári í 2023. Tað er Sefine-skipasmiðjan í Turkalandi, sum byggir skipið.

 

- NSK Ship Design og Brønnbåt Nord hava havt eitt tætt samstarv yvir eina longri tíð í arbeiðnum at víðarimenna brunnbátaflotan hjá reiðarínum á ein umhvørvisligan hátt, sigur fyrisitingarstjórin í NSK Ship Design, Mats Nygaard Johansen.

 

Dagligi leiðarin í brunnbátareiðarínum, Per-Harald Olsen, sigur, at skipið, sum felagið nú fer at byggja, verður nýbygningur nummar trý hjá reiðarínum eftir lutfalsliga stuttari tíð, og endamálið hjá reiðarínum er at hava ein nýggjan, effektivan og umhvørvisvinarligan flota.

 

##med2##