Bústaðir fer nú undir at byggja enn fleiri íbúðir í Havn.
Bústaðarfelagið hevur nú fingið tvey grundstykki frá Tórshavnar Býráð at byggja íbúðir á.
Bústaðir fáa rætt til stykkini í tvey ár og Bústaðir hava upplýst fyri býráðnum, at tey hava orku til at fáa tær verkætlanir til veruleika, sum liggja í kortunum.
Annað stykkið er á Berjabrekku. Tilsamans er byggiøkið 10.400 fermetrar til støddar, og har er ætlanin at byggja einar 40 íbúðir.
Av teimum, skulu 12 íbúðir vera til Almannaverki at hava til vardar íbúðir til fólk við serligum tørvi.
Tað er Felagskapurin, Sinnisbati, sum eigur ein part av stykkinum, men tey eru sinnað at lata Bústøðum grundstykkið, kunnu tey vera ein partur av verkætlanini og ætlanin er at fara undir hana longu í ár.
Samstundis hevur Bústaðir eisini fingið eitt stykki á Karlamagnusarbreyt at byggja íbúðir á. Og har er ætlanin at byggja tríggjar lonir við tilsamans 12 íbúðum.