Nú er skjótt hálvtannað ár liðið, síðan avgjørt varð, at Tjóðsavnið og LISA skulu húsast í bygningunum í Hoydølum. Men har er millum lítið og einki hent, síðan tá, tí enn eru tey ikki flutt inn.
Fleiri eru farin at ótolnast og sáa iva um, hvørjar ætlanirnar veruliga eru um bygningarnar í Hoydølum. Ein teirra er Heðin Mortensen, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin, og hann setti í morgun fyrispurning um hetta til Jenis av Rana, landsstýrismann í mentamálum.
Jenis av Rana minti á, at orsøkin til, at Studentaskúlin flutti úr Hoydølum, var vánaligi og ótíðarhóskandi standurin, sum bygningarnir vóru í. Hann segði, at lagt hevur ikki verið upp til at umvæla og tillaga bygningarnar, áðrenn Tjóðsavnið og LISA flyta inn.
Tí hevur hann valt at steðga við øllum, inntil ein støðumeting um bygningarnar kemur frá Landsverki.
- Landsverk hevur gjørt vart við, at áðrenn teir verða tiknir í brúk er neyðugt at gera eina støðumeting. Eg havi tikið undir við Landsverk, sum er farin í gongd við kanningararbeiðið. Tá støðumetingin fyriliggur, mugu vit fyrihalda okkum til hana, segði Jenis av Rana í løgtininum í morgun.
- Eg má hava trygd og heilsu hjá teimum, sum flyta inn, í huga.
Hann segði eisini, at enn er eingin heildarætlan fyri økið í Hoydølum gjørd, og í løtuni er bara játtan, sum røkkur til el og hita í bygningunum.
Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, tók orðið aftaná, og hann heitti á landsstýrismannin at hugsa um, at summir bygningar kundu verið brúktir til okkurt annað, sum til dømis hospice ella barnagarð.
Heðin Mortensen, sum átti fyrispurningin, skilir ikki, hví vit skulu bíða so leingi og vísti á, at bygningarnir bara forfella við tíðini, og tað ikki nyttar at blíva við at bíða. Hann heldur, at vit eiga at royna alternativar møguleikar fyri at fáa lív í bygningarnar.
- Økið er eitt eldorado fyri øll. Eg eri slett ikki sannførdur um, at rætta avgerð er tikin. Eg skilji ikki, mann kann bjóða nakað út, sum er í tí standinum, sum hasir bygningarnir eru í., segði Jenis av Rana, sum eisini lovaði, at lív kemur í bygningarnar skjótt.
- Eg ætli mær ikki at sita hendur í favn. Eg lovi, tað verður ikki leingi.