Bátarnir, sum liggja úti undir Bakka í Havn, hava havt trupulleikar á landssynningi, tí tað hevur hug at gerast ókyrt. Hetta vil Tórshavnar Havn nú verja fyri, og tí hava teir keypt ein sonevndan bylgjubrótara, sum skal fortoyast uttarliga úti undir Bakka.
Talan er um eina bátabrúgv, sum kortini stingur djúpri enn tær vanligu. Bylgjubrótarin kemur úr Svøríki og vigar eini 40 tons, ímóti teimum vanligu, sum liggja um 20-25 tons.
Hetta, at bylgjubrótarin vigaði so nógv, hevði ávísar flutningstrupulleikar við sær. Samskip legði hann upp inni á Kollafirði, og síðani varð hann sleipaður til Havnar í gjár. Hann verður lagdur endaliga upp á pláss ein av døgunum.
Bylgjubrótarin er 20 metrar langur og tríggjar breiður. Hannn stingur serliga djúpt, tí hann skal bremsa súðinum undir honum. Síðani er hann gjørdur soleiðis, at til ber at leggja til at honum, sigur Hannis Joensen frá Tórshavnar Maskinverkstaði, ið hevur latið bylgjubrótaran.
Sum nevnt verður roknað við, at bylgjubrótarin kann gera tað munandi kyrrari úti undir Bakka, so bátaeigararnir har ikki hava ampa av bátunum, tá hann legst við vindi á landsynningi, serliga um veturin.