Tórshavnar Býráð hevur verið alt ov trekt til at lata grundstykki til lestraríbúðir.
Tað heldur Bjarni Djurholm, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.
Støðan hjá teimum lágløntu hevur verið nógv til viðgerar í løgtinginum hesa vikuna, ikki minst bústaðarviðurskiftini hjá støkum uppihaldarum og lesandi, har tørvurin á bústøðum er stórur.
Og í hesum sambandi staðfesti Bjarni Djurholm, at Tórshavnar býráð hevur ikki røkt sína skyldu á hesum øki.
Hann sigur, at tað at byggja lestraríbúðir, er ikki bara ein uppgáva hjá landinum, tað er eisini ein uppgáva hjá kommununi.
- Hevði Tórshavnar viljað latið Bústøðum lendi fyri einki, at bygt lestraríbúðir á, hevði úrslitið verið, at íbúðurnar høvdu verið nógv bíligari enn annars, tí frammanundan sleppur Bústaðir undan at rinda mvg av byggingini.
Tilsamans kundi prísurin at leiga eina slíka íbúð verið næstan helvtina minni, enn annars, sigur Bjarni Djurholm.
- Skulu vit røkka øllum, er hetta eisini ein kommunnaluppgáva. Men Tórshavnar býráð hevur verið sera afturhaldandi á hesum øki og hevur ikki kent sína vitjunartíð, sigur Bjarni Djurholm.