Býráðið í Runavíkar kommunu skipar seg í morgin

Býráðið, sum var valt til at taka við umboðandi valdinum í Runavíkar kommunu, møtir á almennum skipanarfundi í býráðssalinum á Glyvrum leygardagin hin 16. november kl. 13.00.

Runavíkar kommuna skrivar, at á fundinum fer býráðið at skipa seg við borgarstjóra, varaborgarstjóra og nevndum.