Býráðslimir vilja flyta nýggju kirkjuna á Argjum

Hetta er eitt døm um, hvussu skjótt tað er at bróta tað niður, sum náttúran hevur brúkt milliónir av árum upp á byggja upp, sigur býráðslimur í Havn

Elaa Berg. býráðslimur fyri Tjóðveldi, grundgevur fyri, hví hom heldur at tað er skeivt at byggja nýggja kirkju við Sandá

Tað er skeivt at byggja eina kirkju við Sandá. Tað heldur Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi í Havn. Argjafólk vilja hava nýggja kirkju og tey vilja hava, a thon skal byggjast við Sandá. Málið hevur verið nógv umrødd seinastu tíðina, ikki minst tí at ein adressa hevur gingið, har 2.000 fólk hava mótmælt ætlanini at byggja kirkjuna við Sandá, 

 

Og nú Tórshavnar Býráð hevur fund í gjárkvøldið, vildi Elsa Berg hava málið til umrøðu í Løgtinginum. Hon sóknast eisini eftir einum almennum orðaskifti um at byggja Argja Kirkju við Sandá.

 

Argjafólk høvdu gjørt seg væl út til býráðsfundin, tí nógv fólk var møtt upp á býráðsfundinum at fylgt við.

 

##med2##

 

– Hetta er eitt dømi um, hvussu skjótt tað er at bróta tað niður, sum nátturan hevur brúkt milliónir av árum at byggja upp, sigur hon. Hon sigur, at hóast ein stórur partur av okkara náttúru í Havn er lagt undir betong og asfalt, hava vit kortini nakrar blettir eftir. Í øðrum býum hava tey ásannað, hvussu stóran týdning, náttúra hevur fyri fólk og tí eru tey farin at brúka nógvan pening upp á lata áir upp, planta skógir, og endurskapa vøtn fyri at fólk skulu trívast.

 

Hjá okkum er tað ikki neyðugt at brúka nógvan pening upp á tað, tí enn hava vi nakrar náttúrublettir eftir og tað einasta hjá okkum at gera, er at varðveita teir.

 

##med3##

 

Elsa Berg sigur, at tá ið málið tók seg upp av álvara í 2010,  høvdu býráðslimir longu ásannað týdningin at verja náttúruna við Sandá, tí tá var meirilutin í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar Býráð, ímóti at byggja kirkjuna við Sandá. Men málið varð lagt fyri býráðið eina ferð afturat og tá var ein tepur meiriluti fyri tí.

 

Nú hava 2.000 fólk skrivað undir eitt mótmæli ímóti at byggja kirkjuna við Sandá. Tey. 2.000 fólkini, sum hava skrivað undir mótmælið at byggja kirkjuna við Sandá, hava samstundis gjørt greitt, hvussu stóran týdning, náttúran hevur, helt Elsa Berg.

 

##med4##

 

Og hon leggur afturat, at økið framvið Sandá eigur at verða varðveitt – og tað er púra ókeypis at varðveita tað, tí tað liggur longu har, ístaðin fyri at Tórshavnar Býráð brúka pengar at endurskapa náttúru fyri at fáa fleiri trivnaðarøki

 

– Tað er ikki ov seint av broyta støðu í hesum máli og sostatt eiga vit at fara í samráð við kirkjuráðið um at byggja kirkjuna aðrastaðni, tí vit eiga ikki at fara eftir teimum náttúrublettum vit hava eftir, sigur Elsa Berg.

 

Gunvør Balle sigur, at tekur undir við, at kirkjan verður bygd. Hon heldur, at ein nýggj kirkja hevur stóran týdning fyri trivnað og samanhald, tí umframt alt tað kirkjuliga, eru kirkjur eisini mentanarhús við konsertum, fyrilestrum og øðrum tiltøkum. Og kirkjan er eisini savningarstaður fyri fólk, legði hon afturat.

 

Men eisini hon harmast um, at kirkjan verður bygd við Sandá, tí tað gongur inn at hjartanum, sum hon segði.

 

##med5##

 

Fara at viðgera málið alment

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at í sambandi við kirkjuna eru ymsar broytinga gjørdir, eitt nú er kirkjan broytt, og flutt nakað. Hann sigur, at ætlanin er eisini at hava felagsfund fyri arkitektum, býráðslimum og kirkjuráðnum á Argjum, og ætlanin er eisini at hava fund við tey 2.000 fólkini, sum hava skrivað undir mótmælið ímóti at byggja við Sandá. Hann sigur, at tað er ikki fyrr enn nú, at málið er búgvið at hava fund um málið.

 

##med6##

 

Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndin, sigur, at tað verður byggi- og býarskipanarnevndin, sum skal hava málið til viðgerðar og har hevur málið ikki verið enn. Hann sigur, at endamálið verður at finna eina loysn. Tað kann vera, at kirkjan verður bygt við Sandá, tað kann vera, at hon verður flutt eitt sindur, ella tað kannvera at hon verður bygt onkra heilt aðrastaðni.

 

Tað hevur verið ført fram, at nú er málið komið so langt, at tað er ov seint at gera broytingar, men tað er Tróndur Sigurðsson ikki við upp á. Hann sigur, at so leingin endalig avgerð ikki er tikin, er tað ikki ov seint at gera broytingar.

 

Hann vildi ikki siga í býráðnum hvat hann sjálvur heldur, men málið skal lýsast væl, áðrenn støða verður tikin.

 

Nú er málið so beint í byggi- og býarskipanarnevndina so nú gongur tað sína gongd. Nær endalig avgerð verður tikin, er óvist.

 

##med7##

 

##med8##

 

Elaa Berg. býráðslimur fyri Tjóðveldi, grundgevur fyri, hví hom heldur at tað er skeivt at byggja nýggja kirkju við Sandá