Ábyrgd kostar

- Tað undrar meg ikki sørt at hoyra, at Tórshavnar kommuna vil hava landskassans part av útreiðslunum til barnaansingina útgoldnan, tá ið hon leingi hevur sagt, at hon ynskir at umsita økið einsamøll og at hon ikki ynskir blokkstuðul, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum

- Vit eru opin fyri at fara í samráðingar við Tórshavnar kommunu um eitt greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti, men vit hava tikið útspælið frá teimum um, at hon ikki ynskir blokkstuðul ella nakað sum líkist tí, í álvara. Tí er tilmælið á býráðsfundinum mánakvøldið sjálvmótsigandi. Heldur enn at blaka við runu, eigur kommunan at slóða fyri semjum. Tað kostar at hava ábyrgd, eisini hjá landinum.

- Tilmælið í barnaansingarálitinum ruddar upp á fleiri økjum í senn, ein arbeiðsbólkur fer nú undir at viðgera eldraøkið, og tað kann væl vera, at tær kommunur, sum í fyrsta umfari verða verri fyri fíggjarliga eftir at hava yvirtikið barnaansingina, verða betur fyri, tá ið eldraøkið eisini er yvirtikið. Tá ið allar samráðingarnar millum kommunur og landsmyndugleikar um uppgávubýtið eru avgreiddar, gongur alt upp í eina hægri eind, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum.


Gott inntøkugrundarlag

Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum skilir kortini væl, at býráðspolitikarar í Havn stúra fyri fíggjarligu avleiðingunum av at yvirtaka barnaansingarøkið.

- Hinvegin er tað ein sannroynd, at inntøkugrundarlagið hjá kommununum er vaksið munandi meir í mun til inntøkugrundarlagið hjá landskassanum. Býráðsformaðurin í Havn meldaði beinanvegin út við at siga, at Tórshavnar kommuna hevur ráð, um hon raðfestir rætt. Og tað er í grundini tað hetta snýr seg um. At raðfesta rætt, sigur Helena Dam á Neystabø.

Hví velur tú ikki at taka Tórshavnar kommunu burtur úr sum eina royndarkommunu á økinum?

- Tað er ein landsumfatandi veruleiki, at barnaansing er í øllum landinum. Vit skulu helst hava ein skipan, sum er varandi og ruddilig. Eg dugi ikki at síggja nakra meining í at hava eina royndarkommunu, tí kunnu vit semjast um ein nýggjan leist, er tað ein nógv betri loysn. Tórshavnar kommuna hevur tann størsta akutta trupulleikan á økinum beint nú, og tí skulu vit sjálvsagt samráðast við kommununa um vit skulu gera eina yvirgangsskipan ella ikki. Enn er einki lógaruppskot gjørt, men útgangsstøðið, sum er hetta álitið, er gott, tí tað ruddar samstundis upp í nógvum øðrum viðurskiftum millum land og kommunu, sigur Helena Dam á Neystabø.


Barnagarðslóg á veg

Í arbeiðsbólkinum, sum hevur gjørt álit til almanna- og heilsumálastýrið um barnaansingina, hava umboð fyri kommunurnar sitið.

- Vit miða ímóti, at barnaansingarøkið verður lagt út til kommunurnar frá 1. jan. næsta ár. Vit eru farin undir at fyrireika eina lóggávu; hon skal síðani út til hoyringar, áðrenn hon kemur í tingið, sigur Helena Dam á Neystabø.

Almanna- og heilsumálastýrið er eisini farið undir fyrireikingar til at gera eina barnagarðslóg, eina lóg, sum setur fakliga innihaldið og fysisku karmarnar á dagstovnunum á dagsskránna.