Undir yvirskriftini ”Eitt ljótt monopol” hevur ábyrgdarblaðstjórin á Dimmalætting, Georg L Petersen, eitt serdeilis groft álop á meg, har hann leggur meg undir líkt og ólíkt í mínum starvi sum stjóri á Prentmiðstøðini. Hetta er sent ikki færri enn fýra teimum størstu tíðindaportalunum, ið kanska dekka eini 98 prosent av lesaraskaranum í Føroyum, so her er einki spart, hvat útbreiðslu viðvíkur.
Orsøkin til álopið á meg er ein leiðari í Sosialinum tann 31. august, har blaðstjórin eftir Georgsa tykki hevur hvølvt eina lortaspann yvir Dimmalætting og eigaran av blaðnum, og hetta svarar Georg so uppá við at holva nakrar spannir yvir meg, sum ongan lut eigi í hesum.
Trupulleikin er bara tann, at nógvar av atfinningunum eru annaðhvørt beinleiðis ósannar, villeigandi ella byggja á manglandi innlit í viðurskiftini, tí Georg ikki hevur gjørt sítt journalistiska arbeiði til fulnar, og hann hevur hvørki vitjað Prentmiðstøðina ella tosað við meg ella starvsfólkini har, um málini, sum hann tekur fram.
Um Georg helt seg fáa so út av lagi vánaliga tænastu á Prentmiðstøðini, hví gjørdi hann ikki vart við hetta? Tað gjørdi hann ongantíð, so kanska er orsøkin til flytingina ein heilt onnur?
Eg skal í stuttum gera viðmerkingar og svara nøkrum av atfinningunum niðanfyri:
1. Georg sigur at danska prentsmiðjan kann hefta blaðið í rygginum, og ”tað ger tað munandi lættari at lesa blaðið”. Álvaratos, er Dimmalætting so stór, at fólk ikki hættar sær undir hana uttan pentur í rygginum?Tú hevur ongantíð biði Prentmiðstøðina um hesa tænastuna.
2. So sigur Georg, at við tí illa hildnu útgerðini er avmarkað, hvussu jøvn góðskan kann vera, hóast prentararnir munnu vera millum teir bestu í ríkinum. At okkara prentarar eru millum teir bestu, er stórt sæð tað einasta Georg hevur rætt í, og tað má hann fyrst og fremst vita frá tí væla arbeiði, hann hevur fingið, tí hann hevur ikki verið inni á gólvinum og heilsað upp á teir seinastu nógvu árini.
3. At útgerðin er illa hildin er ein pástandur tikin úr leysari luft. Prentsmiðstøðin hevur leypandi gjørt íløgur í nýggja útgerð øll tey seinastu árini, og tískil er hon á hædd við prentsmiðjur í Danmark. Harafturat verður útgerðin miðvíst viðlíkahildin, eins og vit hava vitjan av serfrøðingum á hvørjum ári at tryggja okkum, at maskinur og útgerð eru í besta standi. Vit hava nýggjastu og fremstu KT útgerð í servararúminum, nýggjastu KT skipanir innan prentfakið og nýggjastu CTP maskinur í framleiðsluni, fyri ikki at nevna at Prentmiðstøðin hevur tvey sett av nærum allari útgerð, ífall ein maskina brotnar.
Alt hetta merkir, at Prentmiðstøðin hvørja einastu ferð hevur leverað ta bíløgdu ávísina til Dimmalætting, Norðlýsið, Sosialin o.fl. Georg hevur sum nevnt ikki vitjað Prentmiðstøðina og tískil er ringt at skilja, hvussu hann kann úttala seg um viðlíkahaldið av maskinum ella um nýíløgur í maskinur og tøkni. Hetta er villeiðing og beinleiðis lygn, sum eg má vísa aftur.
4. So sigur hann, at eg havi spart eina skipan burtur, men hetta er somuleiðis ósatt, tí í 2017 gjørdu vit íløgu í og dagførdu júst hesa skipan, sum eitur Arkitex, til nýggjastu útgávuna, men Dimmalætting eftirspurdi ikki hesa skipanina, fyrr enn á einum fundi 28.09.2017, og áðrenn vit fingu sett skipanina til, flutti Georg prentingina til Danmarkar, 3-4 vikur seinni.
5. Sambært Georg, var fundur partana millum í oktobur, har eg, á veg út gjøgnum dyrnar, eitt sindur upp á kvamsvís, sum Georg málber seg, skuldi hava sagt at prentprísurin fór at hækka. Enn ein beinleiðis lygn og villeiðing, tí eg var á fundi tann 28. septembur, um nøkur viðurskiftir okkara millum, har eg nýtti høvið at kunna um prísbroytingar, ið skuldu koma tríggjar mánaðir seinni, t.v.s. frá 1. januar 2018. Sama kunning varð endurtikin dagin eftir í telduposti dagf. 29.9.
Á fundinum varð eisini greitt frá, at vit høvdu hildið sama prís í meira enn 10 ár og altíð valt at spart útreiðslur burtur, heldur enn at hækka okkara prísir, men nú var vorðið neyðugt at hækka prísin eitt sindur. Tað varð eisini boðað frá, á fundinum so væl sum mánaðir undan og eisini aftaná, at tað ikki bar til, at Dimmalætting ferð eftir ferð ikki rindaði sínar rokningar, eisini sjálvt um Georg lovaði at rinda, so hildu avtalurnar ikki. Tá ið Georg valdi at flyta framleiðsluna niður til Danmarkar, lat hann Prentmiðstøðina ”fíggja” flytingina, við ikki at rinda sína skuld, fyrr enn fleiri vikur eftir at hann hevði flutt prentið til Danmarkar. Kanska er hettar orsøkin til flytingina ?
6. So fleyt bikarið hjá Georg yvir.
Vanlig mannagongd er, at kundar boða frá í góðari tíð, tá tey skulu brúka okkara serliga hágóðsku pappír, og tað gjørdi Dimmalætting eisini. Men á heysti í fjør hevði Store Enso í Svøríki, pappírsveitarin hjá okkum, framleiðslutrupulleikar í nakrar mánaðir, og tískil fór vanliga leveringstíðin úr 2-3 vikum upp í 6-7 vikur, uttan at vit vóru kunnaði um tað, og hetta gekk tíverri útyvir okkum og Dimmalætting.
Eg royndi at fáa pappír frá øðrum til framleiðsluna hjá Dimmalætting, men tað var ómøguligt, tí einki pappír av hesum slagnum var tøkt á danska marknaðinum, orsakað av at veitarin hevði framleiðslutrupulleikar. Georg leggur upp til, at vit einki gjørdu, men tað kann Pressens Fællesindkøb í Danmark nokk vátta, ikki passar, tí tey royndu at fáa pappírið til vega frá øðrum. Vit bjóðaðu Dimmalætting at prenta á okkara vanliga pappír, soleiðis at tey eisini kundu fáa Tøkni blaðið út. Enn einaferð ein villeiðing í skrivingini, hjá Georg, tí tað er púra ósatt, at einki varð gjørt.
Georg sáar eisiniiva um, um tey fingusomu ella hægri prísir enn Sosialurin, men Dimmalætting hevur ongantíð rindað meira enn aðrir blaðútgevarar í tíðini meðan eg havi verið stjóri, og tað sjálvt um teirprentaðu munandi minni enn onnur ogongantíð hildu avtalaðu gjaldstreytirnar,og tískil altíð vóru í eftirstøðu.
Eg havi sum nevnt einki at gera við eitt stríð millum tveir blaðstjórar og ætli mær heldur ikki at blanda meg uppí tað. Men eg kenni meg noyddan til at forsvara tað virkið, eg standi á odda fyri og míni dugnaligu starvsfólk har. Starvsfólkini á Prentmiðstøðini prenta dagliga avísir, sum altíð hava í minsta lagi somu prentgóðsku, sum tær ið verða framleiddar í Danmark, og oftast betri. Hetta kann lesarin sjálvur meta um, næstu ferð hann ella hon lesur Trúboðan, Sosialin, Vikublaðið ella eitt blað frá Power, SMS, Elding, HON ella Mariu Poulsen. Hetta er nevniliga føroysk framleiðsla og prentað á Prentmiðstøðini.
Eg haldi tað vera átaluvert, at ein ábyrgdarblaðstjóri breiðir tílík ósannindi og tílíkar útspillingar út uttan at hava tað minsta innlit í tey viðurskifti, hann skrivar um.
Eitt skal Georg tó vita: Fær hann hug at velja føroysku loysnina og flyta Dimmalætting heimaftur, standa dyrnar á Prentmiðstøðini opnar. Vit prenta fegin Dimmalætting. Tað verður tó UTTAN hefti í rygginum, eftirsum vit av umhvørvisverndarávum hava avgjørt, at vit ikki vilja nýta klips í okkara framleiðslu.