Jón Kragesteen
Í Kvívík 11. august 2005
Mánadagin frættist um ferðsluvanlukku, sum hendi mánanáttina á Áarvegnum við Kongabrúnna í Havn. Sum eg havi skilt tað, vóru tað tveir bilførarar, ið koyrdu kapp heim eftir Havnargøtu. Komnir til Cafe Natúr, velur annar at fara til vinstru og koyra niðan eftir Áarvegnum, sum er einvegis omaneftir. Her kemur ein bilur og so hendir samanstoyturin.
Síðani er tað hent, at borgarstjórin í Havn Heðin Mortensen, hevur gjørt bart og fingið skipað fyri at ferðtálmar eru gjørdir í økinum.
Áðrenn eg fari víðari, skal eg nevna, at tað sum eg skrivi her, er fyri mína egnu rokning. Í hesum feriutíðuum hava ikki verið umstøður at viðgjørt júst hetta mál á starvsnevndarfundi. Men eg skal eisini undirstrika at ferðslusjónarmiðini, sum koma fram í hesi grein eru væl í tráð við tey, sum eru í álitinum "Ávegis Nullhugsjónini".
Ábyrgdarleys koyring
Tað er einki at ivast í, at tað sum hendi mánanáttina er enn eitt dømi um fullkomiliga ábyrgdarleysan atburð, og avleiðingin átti at verið, at báðir bilførararnir, sum koyrdu kapp, áttu at mist koyrikortið upp á staðið. Tað pínir bara at hugsa um alt møguligt annað, sum kundi hent, tí vit vita, at fram við Havnargøtu ganga altíð nógv fólk, eisini um náttina og ikki minst við Café Natúr, har tað er sera smalt. Kann ikki lata vera við at hugsa um vanlukkuna, sum kom av kappkoyring Yviri við Strond fyri átta uml. 8 árum síðani.
Útbúgvingin at taka koyrikort
Vit hava nú í fleiri ár bíðað eftir, at landsins evsta vald skal skipa fyri, at serligt koyrikort skal verða gjørt til ungar bilførarar, sum tekur serlig atlit til ábyrgdarleysan atburð í ferðsluni. Men seint gongur. Men í vár boðaði Vinnumálaráðið frá, at lógarbroyting hesum viðvíkjandi verður framd í heyst, so tað gongur rætta vegin. Men enn er nógv eftir, tí karmarnir í útbúgvingini at taka koyrikortið eru ikki nóg góðir.
Ferðsluútbúgvingin byrjar longu á ungum árum. Dagstovnar kring landi nógv burtur úr at arbeiða við ferðslutrygd. Men tá ið vit koma til skúlarnar er meira misjavnt og ymisk er, hvussu lærarar og skúlar raðfesta. Undirvísingartilfar á føroyskum vantar eisini. Ráðið fyri Ferðslutrygd roynir at gera sín part á ymiskum økjum og eitt tað størsta tiltaki er at skipa fyri skeiði fyri øllum 9. flokkunum í Føroyum. Men eg skal vera fyrstur at siga, at RFF uttan iva kundi gjørt arbeiðið væl betur. Ein táttur at tikið upp kundi verið at skipa fyri, at undirvísingin at taka koyrikort til prutl/skutara var í skúlunum, ella t.d. í kvøldskúlunum.
Tá ið við koma til sjálva útbúgvingina at taka koyrikort, mugu vit staðfesta, at koyrilærarar okkara mugu hava nógv betri kor at arbeiða undir. Sum nú er, mugu teir kappast um næmingarnar. Og hvussu vit so snara henda spurning, so eru kappingarelementini, sum koma í fyrstu røð: prísur og tað at kunna taka koyrikortið upp á stytst møguligu tíð. Veit at tað eru fleiri koyrilærarar, sum fegnir vilja hava kvalitetin í fremstu røð, men teir stríðast móti streyminum. Tí er uttan iva besta loysnin, at útbúgvingin at taka koyrikort eigur at verða løgd undir Mentamálaráðið, so at korini hjá koyrilærarum verða javnsett korunum hjá øðrum lærarum.
Hendingin mánanáttini staðfestir bara enn einaferð, at tað eru fleiri av okkara ungu fólkum, sum ikki eru nóg búgvin at hava koyrikort. Her eiga vit at vera nógv fyrri úti við fyribyrgjandi átøkum. Fyrst mugu vit, sum nevnt, gera nakað við útbúgvingina at taka koyrikort og ikki minst seta hægri og meira viðkomandi krøv, enn tey, sum verða sett í dag.
Men vit mugu eisini fara meira grundleggjandi til verka og royna nýggjar leiðir. Eitt uppskot kundi verið at tað skuldi verið dýrari hjá ungfólki at koyra bil. Tryggingarfeløgini eiga uttan iva at gera sum í grannalondunum har ungfólk hava harðari tryggingartreytir sum náttúrligt úrslit av størri vága. Ella skulu vit forbjóða ungum fólki sjálvi at eiga bil, fyrr enn tey eru um 20 ára aldur?. So vóru tey noydd at koyra bil, sum onkur annar átti, og harvið koma fleiri bindingar. Eg kundi hildið fram við at komið við uppskotum, væl vitandi, at tað er ikki bara sum at siga tað, tí hvørt einasta uppskot hevur sínar vansar. Í øllum førum mugu vit ikki gloyma, at vit í mun til okkara grannalond hava nógv flestu ferðsluvanlukkur millum ung og tí er ikki óhugsandi, at okkurt er við okkara ungdómsmentaliteti ella samspælinum millum foreldur og ung, sum ikki er nóg gott. Her kann verða nevnt, at RFF arbeiðir við at fáa í sett í verk vísindaliga kanning um hesi viðurskifti.
Karmarnir hjá bilungdómi í Havnini
Havnargøta, sum gongur frá Kongabrúnni út til Skansan hevur í fleiri ár verið ein savningardepil hjá bilungdómi í Havn. Talan er um snórabeinan veg, sum er ein slakan hálvan kilometur langur og hann er perfektur at sýna statussymbolið bilin fram í. Og ikki at gloyma "Røntguna" á parkeringsplássinum á Kongabrúnni, sum er eitt ikki minni perfekt áskoðarapláss. Skínandi lakk, leður og felgur ferðast her aftur og fram, spitað verður upp og ferðin økist øgiliga og so bremsað aftur. Hvør er so drívkraftin í hesum spælið? Er tað hugurin at vísa seg fram? Fyri hvørjum, hinum kyninum, - ella fyri báðum? Og soleiðis gongur fleiri kvøld um vikuna, ár út og ár inn. Serliga ringt er tað frá hóskvøldi til sunnukvøld. Veit frá einari konu, sum býr beint við henda veg, at hon mangan hevur boðað politinum frá, tá ið skilaleys koyring er farin fram. Onkuntíð er politiið komið, onkuntíð ikki. Ein yvirgang royndi hon at gera seg sjónliga í vindeyganum og eina tíð helt hon, at tað dempaði koyringini nakað. So við og við hevur hon bara givið upp og roynt sum frægast at ávara síni nærmastu. Sambært henni hevur skilið bara versnað í seinastuni.
Sjálvir havi eg fleiri ferðir roynt at gingið har á kvøldi, meðan bilarnir súsa fram við og tað er alt annað enn stuttligt.
Samfelagið hevur medábyrgd
At tað er tann, sum situr aftan fyri róðrið, sum hevur ábyrgdina fyri sínum atburði, eru vit øll samd um. Men, tá alt tað omanfyrinevnda er sagt, sleppa vit ikki uttan um, at samfelagið eisini hevur skyldu til at skipa vegir og vegaumhvørvið soleiðis, at tryggleikin er í hásæti. Og eftir míni metan eru í Havnini fleiri vegir, ið leggja upp til, at ferðin gerst alt ov nógv og vandamikil. Her er fyrst og fremst talan um beinar og mangan alt ov breiðar vegir, sum geva fólki eina fatan av, at tað er alt ov spakuligt bara at koyra 50 km/t. og als ikki 30 km/t. Havnargøta er ein av teimum, - mitt í hjartanum í Havnini
Ein leikpallur minni
Eftir vanlukkuna í vikuskiftinum frættist, at borgarstjórin í Havn ynskti at gera nakað við trupulleikan beinanvegin. Og tað taki eg hattin av fyri, hóast eg kundi ynskt eina eitt sindur øðrvísi loysn.
Um eg ráddi í hesum viðurskiftum, hevði eg sett fleiri ferðtálmar á Havnargøtu, av sama slag, sum teir ið longu eru gjørdi. Eg hevði sett ein við gonguteigin við rundkoyringina við Skansan. Báðumegin ferðtálman í miðjuni skuldi verið ein oyggj. Eina av sama slag hevði eg sett við útkoyringina frá "Røntgeni" og eina yvir um vegin millum Kongabrúnna og Niels L. Arge. Millum Tryggingarfelagið Føroyar og Cafe Natúr er helst ikki pláss fyri eini oyggj, men upplyftur gongu-teigur kundi verið og somuleiðis ein millum Cafe Natúr og vestaru gongubreyt á Áarvegnum. Eg kundi hildið fram niðan gjøgnum býin, men lat meg steðga her fyri fyrst.
Við hesum átaki hevði í øllum førum ein vandamikil leikpallur verið minni, sum elvir til skilaleysa koyring.
Sjálvandi er vandi fyri, at "sjónleikurin" flytur til ein annan pall í býnum. Spurningurin er tí, um kommunan skuldi skipað fyri at givið teimum, sum tráða so nógv eftir at koyra skjótt og at koyra kapp, skipaðar umstøður til tað.
Fleiri onnur støð í býnum
Fleiri onnur støð eru í býnum, har tað sama kundi verið gjørt. Kundi nevnt J.Paturssonargøtu, Dalavegin, Varðagøtu, Norðara Ringveg, Eystara Ringveg, Yviri við Strond, Ovara part av R.C. Effersøesgøtu, J. Broncksgøtu o.s.fr., o.s.fr. Við oyggjum og gonguteigum hevði nógv verið vunnið og onkustaðni kundi eisini upplyftur gonguteigur komið væl við. Tunnil átti t.d. at verið gjørdur undir Ringvegin frá Stadionøkinum til Shellstøðina. Á henda hátt hevði borið til hjá fólki úr Hoyvíkshaganum at gingið oman í býin, uttan at skulu ganga tvørturum Ringvegin. Serliga aktuelt verður hetta, tá ið vit hugsa um ætlaninar at frælsi ítrótturin skal fara fram í hesum.
Spurningur um innstilling
Í veruleikanum snýr málið seg um at stilla seg inn upp á, at ferðslan kemur eins væl fram við 30-40 km/t. sum við 50-70 km/t. Munurin er, at við lægri ferð verður tryggari, ikki minst hjá fólki, sum eru til gongu ella á súkklu. Fakta er, at er ferðin undir 30 km/t. tá ið tey verða árend av bili, so hava tey stóran møguleika at yvirliva. Men fer ferðin upp um 30 km/t. byrja møguleikarnir beinanvegin at minka. Tað ræður tí at stilla seg inn upp á, tað í summum førum fer at taka ein ella tveir minuttir longri at koma fram, og tað man fara at vera til at liva við. Argumentini, at smáar bungur ella gonguteigar, sum eru lyftir nakrar sentimetrar upp oyðileggja bilin halda ikki. Koyrir tú nóg spakuliga um ein ferðtálma, man neyvan henda skaði henda á bilin, hvørki so ella so.
Nøkur positiv dømi
Tað eru eisini fleiri positiv ting hend, seinastu árini. Sum eitt gott dømi um gott ferðslutrygdarátøk kann verða nevndur niðari partur av R.C. Effersøesgøtu, har 3-400 m langa vegastrekkið fram við SMS er eitt framúrskarandi fyridømi í Føroyum. Men spyrja vit, hvat skuldi til, áðrenn hetta varð gjørt, mugu vit ásanna, at svarini finna vit á kirkjugørðum. Í hesum sambandi kann Hoydalsvegurin eisini verða nevndur. Nógv fyri at so nógv skal til, nær man restin av R.C. Effersøesgøtu verða gjørd?
Onnur dømi um positiv ting eru allar rundkoyringarnar, sum eru gjørdar, Marknagilsvegurin fram við Handilsskúlanum og so ikki minst átakið við barnagarðar og skúlar, sum varð fyriskipað beint undan kommunuvalinum í heyst.
Umsitingin hjá Býráðnum í Havn og ferðtálmar
Eg skal ikki leggja meg út í, hvussu borgarstjórin hevur handfarið júst aktuella málið. Men á ein hátt skilji eg hann. Tí mín fatan er, at umsitingin hjá býráðnum seinastu árini í nógvum førum hevur verið øgiliga sein at reagera, tá ið talan er um at fáa ferðtálmandi tiltøk framd. Tað sýnist sum um, at teir halda, at tá ið teir nú hava gjørt vegirnar so penar og fínar og ikki minst breiðar, kunnu vit ikki fara at "oyðileggja" teir við ferðtálmum. Annars nýtast ferðtálmar ikki partú at vera bungur, tað kunnu vera trongar, bogar o.s.fr.
Tað sýnist sum um, at tað at fólk kenna seg trygg, hevur minni at týða og fyrilitið til bilin og bilføraran, kemur langt fram um onnur, sum eru í ferðsluni. Tað er sum um, at tað er ikki gingið upp fyri teimum, at lívskvalitetur og trivnaður í einum bústaðarøki er grundað á tryggleika og ikki minst tryggleika í ferðslun.
Veit um fleiri dømi, har borgarar í grannaløgum, enntá samd eigarafeløg hava sett ynski fram um at fáa ferðtálmar. Men býráðið krevur eina seina og drúgva viðgerð, fyrst skulu ferðmátingar gerast o.s.fr. Og mangan kemur noktandi svar, t.d. soljóðandi: "Ferðslan er so lítil í umráðnum, og tí er grundarlag er ikki fyri ferðtálmum" - ella: "ferðslan er so nógv, at tað ber ikki til at gera ferðtálmar". Hvør ið so hevur gjørt av, at júst hesi kritierii skulu vera galdandi, veit eg ikki. Her er í hvussu er ein umráðandi spurningur, sum eigur at verða tikin upp.
Í mínari verð hevur kriteriið, at fólk kenna seg trygg og tora at lata børnini út at spæla, størsta týdningin. Bilarnir skulu nokk koma fram allíkavæl.
Annars vildi eg trúð, at hesin bráði framferðarhátturin hjá borgarstjóranum, verður ikki tann vanligi fram yvir. Tí sjálvsagt er neyðugt at grunda avgerðirnar á faklig tilmæli og at arbeiða við yvirskipaðum ætlanum.
At enda
Tað er ikki bara í høvuðsstaðnum, at hetta fyribrigdið, at bilurin hevur størst týdning, er galdandi. Hyggja vit í bakspeglið mugu vit ásanna, at vit kring alt landið hava bygdir og býir, har byggingin í stóran mun bara hevur lagað seg eftir tí, sum situr aftan fyri róðrið - handan stál og airbag.
Vit hava tí eitt samfelag, sum meira og meira leggur upp til at fólk skulu ikki flyta seg. Børn verða koyrd í skúla, til ítrótt og onnur tiltøk, tí at foreldur tora ikki annað. At ganga er eitt, men at súkkla er enn verri.
Spurningurin er so, um tað er hetta vit vilja? Vilja vit hava eitt samfelag, sum skal vera so keðiligt at vera í, at tað einans ber til at ferðast í tí við bili? Eitt er so ferðslutrygdin, men hvussu verður við heilsuni í einum samfelag, sum minni og minni leggur upp til at vit røra okkum?