Ábyrgdarleyst at geva rentustuðul til øll lán

Norðoyar Sparikassi er ikki av somu áskoðan sum stóru peningastovnarnir, tá teir siga, at rentustuðul eigur at veitast til øll lán, og ikki bara sethúsalán. Uppskotið er beinleiðis ábyrgdarleyst, heldur Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa.

Norðoya Sparikassi leggur seg nú út í kjakið, sum hevur verið seinastu tíðina, um hvørt lógin um rentustuðul eigur at broytast, so stuðul verður veittur øllum lánum. Eftir at tað kom fram, at Toll&Skatt er farið at kanna fíggjar- viðurskiftini hjá útvið 80 sethúsaeigarum, tí illgruni er um, at sethúsalánið, sum tey fáa rentustuðul til, er nýtt til annað enn sethúsini, mæltu báðir teir stóru peningastovnarnir til at broyta lógina. Teir mettu, at rentustuðul eigur at gevast til øll lán, óansæð hvat tey skulu nýtast til.

Men hesum er Norðoya Sparikassi hart ímóti. Eyðfinn Reyðberg, stjóri í Norðoya Sparikassa, heldur tvørturímóti, at myndugleikarnir eiga at halda fast við verandi skipan, har rentustuðul bara verður givin til sethúsalán, umframt lestrarlán. Verður lógin broytt, fer tað at elva til meirnýtslu. Eyðfinn Reyðberg vísir á, at lógin, sum avmarkar rentustuðulin, júst var ein avleiðing av ovurnýtsluni í áttatiárunum.

Norðoya Sparikassi metir eisini, at verður lógin broytt, so verður rentustuðulin, sum í dag er 42 prosent, so við og við lækkaður á øllum lánum, tí skipanin gerst ov dýr fyri tað almenna. Eyðfinn Reyðberg metir, at mest sannlíkt hevði verið, at rentustuðulin hevði fallið til undir 30 prosent, og tað hevði komið illa við hjá vanliga sethúsaeigaranum.

Stjórin í Norðoya Sparikassa metir, at tað ber til hjá peningastovnunum sjálvum at byrgja upp fyri, at fólk ikki nýta sethúsalánini, t.d. til at gjalda bilin.

- Tá vit ráðgeva okkara viðskiftafólki, so eiga vit at gera tað út frá teimum lógum, sum eru galdandi. Sjálvandi kunnu vit ikki hava eftirlit við hvørjum hundraðkrónuseðli, sum fólk lænir, men tá talan er um størri upphæddir, so ber til at fylgja við, hvat lánið verður nýtt til, sigur Eyðfinn Reyðberg. Hann vísir á, at Norðoya Sparikassi, øll árini síðan lógin um rentustuðul varð broytt í 1991, hevur havt fastar mannagongdir fyri, hvat sethúsa- og lestrarlán kunnu nýtast til, og hevur eisini havt eftirlit við, at mannagongdirnar verða fylgdar.