Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum svaraði á Løgtingi seinasta fríggjadag skrivligum fyrispurningi frá undirritaða, sum hevði heitt á landsstýrismannin um seta neyv tøl á avleiðingarnar av seinastu skerjingini í ríkisveitingini. Í hesum sambandi vórðu eisini tær fortreytir, framskrivingar og meting-ar, sum vórðu lagdar til grund fyri at skerja og fastfrysta ríkisveitingina, eftirmettar.
Landskassin hevur mist 3,8 milliardir krónur
Fíggjarmálaráðið hevur roknað seg fram til, at við renturs rentu hevur skerjingin og fastfrystingina av ríkisveitingini seinastu 6 árini samanlagt kostað landskassanum 3,8 milliardir krónur. Hettar er fyrstu ferð, at almennur føroyskur myndugleiki hevur sett neyv tøl á hesa dáragerð, sum sonevnda fullveldissamgongan framdi av ideologiskum ávum eina.
Landskassin missir í ár 579,5 milliónir krónur
Eisini hevur Fíggjarmálaráðið roknað seg fram til, at varð ríkisveitingin ikki skerd og fastfryst frá 2002 at rokna, hevði veitingin og harvið inntøkurnar hjá landskassanum verið 579,5 milliónir hægri í 2009 og tey komandi árini, enn tær verða. Sostatt er hesin árligi missur áleið á hædd við væntaða hallið á fíggjarlógini fyri inniverandi ár.
Fullveldissamgongan sveik síni egnu lyftir
Tá fullveldissamgongan gjørdi av at skerja og fastfrysta ríkisveitingina, var tað ein avgjørd fortreyt, at tað skuldi rekast ein skynsamur fíggjarpolitikkur, soleiðis at rakstrarútreiðslur landskassans ikki hækkaðu meira, enn vøksturin í búskapinum sum heild.
Staðfest varð í Løgtinginum fríggjadagin, at fullveldissamgongan als ikki tók stig til at tillaga fíggjarligu viðurkskifti landskassans samsvarandi niðurskurðinum í ríkisveitingini. Tvørtur ímóti, so loyvdi fullveldissamgongan rakstrarútreiðslum landskassans at hækka munandi, árini eftir at ríkis-veitingin varð skerd. Mett hevur verið, at rakstarútreiðslur landskassans hækkaðu uml. 1 milliard krónur, tey árini fullveldissamgongan sat við valdið.
Av tí at føroyski búskapurin hevði viðrák árini eftir skerjingina, merktu vit tó ikki so nógv til niðurskurðin og fastfrystingina fyrstu tíðini. Tað er tó givið, at skerjingin og stóru útreiðsluhækk-ingarnar, saman við afturvendandi skattalættum, eru orsøk til, at tað er munnandi verri at fáa avlop á fíggjarlógini, nú tíðirnar eru versnaðar.
Frá spádómum og ynskidreymum til veruleika.
Táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, greiddi 6. apríl 2001 Løgtinginum frá, at hann væntaði munandi vøkstur í føroyska búskapinum orsakað av oljuleitingarvirksemi, eins og Anfinn Kallsberg tá metti inntøkurnar frá oljuleitingarvirkseminum nærum púra vissar.
Fíggjarmálaráðið hevur roknað út, at inntøkurnar frá oljuleitingarvirksemi seinastu 8 árini hava verið góðar 90 mió. kr. Frá hesari upphædd skulu so dragast tær útreiðslur, almennu Føroyar hava havt av m.a. kolvetnisumsiting, oljumálaráð og útbjóðingum av boriloyvum. Hesar útreiðslur eru uttan iva hægri enn inntøkurnar av oljuleitingarvirkseminum.
Sostatt kann staðfestast, at nærum púra vissu oljuinntøkurnar, sum táverandi løgmaður spáddi, eru vorðnar til faktiskar meirútreiðslur.
Ábyrgdarloysi og politiskt bluff
Ein inntøkumissur uppá samanlagt 3,8 milliardir krónur eftir bert 6 árum, umframt ein árligur inntøkumissur uppá 579,5 milliónir krónur komandi nógvu árini, framdur av idiologiskum ávum eina, samstundis sum rakstrarútreiðslur landskassan vórðu øktar munandi, kann ikki sigast vera
annað enn ábyrgdarloysi út um alt mark.
At fullveldissamgongan við táverandi løgmanni á odda, samstundis royndi at billa føroyingum inn, at inntøkur frá oljuleitingarvirksemi fóru at skapa búskaparvøkstur, og at hesar inntøkur vóru nærum púra vissar, var púra ábyrgdarleyst og ikki annað enn politiskt bluff.
Ábyrgdarloysið má steðga
Ein kann so spyrja, hví tað er neyðugt, framhaldandi at viðgera niðurskurðin og fastfrystingina av ríkisveitningini. Til hettar er at siga, at tað eins og í øllum lívsins viðurskiftum, eisini í politikki, er neyðugt at eftirmeta avleiðingarnar av tiknum avgerðum, soleiðis eisini avgerðina um at skerja og fastfrysta ríkisveitngina. Ein slík eftirmeting hevur sjálvsagt til endamáls, at vit taka við læru av gjørdum mistøkum.
Sjálvsstýrisflokkurin hevur í seinastuni lagt uppskot fram á Løgtingi um at skerja ríkisveitingina enn meira. Í hesari vikuni viðgerð Løgtingið harumframt uppskot frá Tjóðveldi um m.a. at avtaka sjómannafrádráttin og áleggja fiskivinnuni tilfeingisgjald, samstundis sum ríkisveitingin verður skerd enn meira.
Lat okkum vóna, at løgtingsmeirilutin hevur lært av seinastu skerjingini í ríkisveitingini, soleiðis at ábyrgdarleysa ideologiska bluffið frá loysingarvonginum í føroyskum politikki ikki eydnast enn einaferð.