Ábyrgdin er greitt staðfest

Fyrireikararnir hava ábyrgdina av, at krókarnir eru í lagi, og manningarnar hava ábyrgdina av, at báturin verður loystur frá fasta startinum, sigur Hannis Joensen, sum ikki er samdur við róðrarfólkunum, ið halda, at reglurnar viðvíkjandi fasta startinum hava verið ymiskt útinntar í Klaksvík og á Skálafjørðinum

KAPPRÓÐUR

Verða reglurnar viðvíkjandi fasta startinum ikki altíð útinntar á sama hátt. Hetta er nakað, sum kappróðrarfólk hava verið sera upptikin av, nú tvær av teimum seks FM kappingunum í hesum árinum eru avgreiddar.
Bæði í Klaksvík og á Skálafjørðinum kom tað meiri enn eina ferð fyri, at bátar hingu fastir, tá startskotið hevði ljóðað, og manningarnar fóru undir startspurtin. Men í onkrum føri hevur dómarin skotið róðurin av, meðan tað í øðrum førum ikki hevur verið eitt kis at hoyrt, og so hava tær manningarnar, sum hava hingið fastar, sjálvandi fingið eitt nógv verri úrslit, enn tær annars kundu havt fingið.
Um orsøkirnar til óhepnu støðurnar, siga summi róðrarfólk, at tað eru krókarnir, sum bátarnir verða festir í, sum eru trupulleikin, meðan onnur siga, at tað er tí, at róðursmaðurin ikki hálar rætt í teymin. Um tað ikki verður gjørt, so loysnar báturin ikki frá fasta startinum.
Men tað er í hesum førinum ikki trupulleikin, hví báturin hongur fastur. Róðrarfólk halda, at uttan mun til orsøkirnar, so mugu reglurnar vera púra greiðar, soleiðis at tað ikki verður skotið av í einum róðri og ikki skotið av í einum øðrum róðri.
Sum dømi um ymiska gongd verða kappingarnar hjá 10 mannaførunum nevndar. Á norðoyarstevnu varð skotið av eftir fyrsta startin. Orsøkin segðist vera, at Vestmenningurin ikki fekst leysur av fasta startinum. Á Skálafjørðinum var tað Nólsoyingur, sum hevði trupulleikar av fasta startinum, men tá varð róðurin ikki skotin av. Talan var ikki um sama startdómara í hesum báðum kappingunum, men tað halda rógvararnir ikki eigur at spæla inn. Reglurnar mugu vera eins, uttan mun til hvør hevur ábyrgdina.

Ábyrgdin er býtt sundur
Hannis Joesen, formaður í Róðrarsambandi Føroya, sigur, at tað eru ongar skrivaðar reglur fyri, um ein róður skal skjótast av ella ikki, tá bátur hongur fastur. Á fundum, sum Róðrarsambandið og dómarar hava havt, hevur tað verið breið semja um, at ábyrgdin skal liggja í bátinum. Tað vil siga, at tað er upp til manningarnar at syrgja fyri, at tann, ið hálar í krókin, skal vera greiður yvir, hvussu tað verður gjørt.
Á hinari síðuni er tað upp til fyrireikararnar at syrgja fyri, at krókarnir eru í lagi, soleiðis at teir fara upp, tá tað verður hálað í teir.
Formaðurin í Róðrarsambandinum vísir aftur, at róðurin á norðoyarstevnuni varð skotin av, tí at Vestmenningur hekk fastur. Høvuðsdómarin skeyt róðurin av, tí hann hevði givið Havnarbátinum eini boð, sum teir vóru í ferð við at útføra, tá startdómarin skeyt.
-Høvuðsdómarin metti ikki, at Havnarbáturin var klárur, tá startdómarin skeyt. Tí varð róðurin skotin av. Róðrarsambandið fekk eina skrivliga frágreiðing frá høvuðsdómaranum um hetta aftan á norðoyarstevnuna. Á Skálafjørðinum hevði Nólsoyingur trupulleikar at gera seg leysan av fasta startinum.
Tá stimaði høvuðsdómarin til Nólsoyingin og vegleiddi teir um, hvussu teir skuldu toga í krókin. Tá teir so gjørdu, sum teir áttu at havt gjørt, bar betri til, og so kundu teir rógva, sigur Hannis Joensen.

Nýggjan møguleika
Millum róðrarfólk hevur verið tosað um, at tað møguliga skuldi verið soleiðis, at fyrstu ferð á árinum at ein bátur hekk fastur, so skuldi róðurin verið skotin av, og at báturin harvið fekk ein nýggjan møguleika. Uttan mun til hvør orsøkin var til, at báturin ikki kom leysur av fasta startinum.
Hannis Joensen sigur seg skilja róðrarfólkini, sum halda hetta, væl. Hann ætlar sær at lufta hugskotið fyri dómarunum fyri at frætta, hvat teir halda um tað.
-Eftir nógva venjing og spennandi kappingar eigur tað sjálvandi at kennast sum eitt stórt vónbrot at hanga fastur, og tískil ikki at vera førur fyri at taka lut í kappingini. Ikki minst hjá favorittunum má talan vera um stórt vónbrot, heldur Hannis Joensen.