Ábyrgdin løgd í Fiskimálaráðið

Tað eru fleiri, ið hava saknað, at ábyrgdin fyri flytingina av veiðiloyvum millum skipabólkar verður løgd onkustaðni. Bæði Fiskimálaráðið og Vørn hava víst frá sær, at tey eiga at sita við tí endaligu ábyrgdini og harvið eisini fylgjunum.

 

Við frágreiðingini frá Høgna Hoydal, ið kann lesast her, tykist tó greitt, at tað er í Fiskimálaráðnum, at ábyrgdin liggur.

 

Les eisini: Mótstríðandi fatanir í Fiskimálaráðnum

 

Í frágreiðingini vísir Høgni Hoydal á, at tað hevur ikki verið ein felags fatan av hvussu Fiskimálaráðið skal skilja niðurstøðuna hjá løgtingsins umboðsmanni, í samband við hennara niðurstøðu í málinum í 2014, sum vísti á óhepnar mannagongdir í samband við flyting av loyvum millum skipabólkar.

 

Tað hava verið mótstríðandi fatanir og mannagongdir hava ikki verið samskipaðar í ráðnum. Tí er ósamsvar komið í hvussu málið er handfarið frá byrjan av.

 

Høgni Hoydal vísir á, at tað hevur eingin uppfylging verið av málinum síðan Fiskimálaráðið í 2015, bað Vørn um at flyta veiðiloyvi frá einum skipi á eitt annað, hóast Vørn frámælti hesum.

 

Síðani tá eru fleiri flytingar framdar og Høgni Hoydal vísir á, at hann í 2015 bað aðalstjóran tryggja, at landsstýrismaðurin var kunnaður um flytingar av veiðiloyvum, so hann kundi vita um trupulleikar fóru at stinga seg upp.

 

Seks ferðir millum heystið 2015 til heystið 2016 fær landsstýrismaðurin kunning umvegis teldupost, uttan at hann heftir seg við tað. So verður einki loyvi flutt inntil í mai í ár og tá verður landsstýrismaðurin munnliga kunnaður um, at trupulleikar kunnu stinga seg upp.

 

Høgni Hoydal sigur, at øll neyðug stig verða nú tikin, til tess at rætta mistøkini, eftirmeta fyrisitingina og at gera neyðugu broytingarnar. Enn er tó ikki greitt hvørji tey stig eru og hvørjar broytingar verða gjørdar.

 

Sum skilst, so hevur løgmaður eisini sett Høgna Hoydal nakrar spurningar, har hann biður fiskimálaráðharran greiða nærri frá sínum egna leikluti í hesum máli. Tann frágreiðingin verður klár seinni.

 

Um sín egna sess sigur landsstýrismaðurin á heimasíðuni hjá fiskimálaráðnum, at løgtingið fær við lógarásettu amboðum allar møguleikar at útinna sítt eftirlit og meta um hansara avrik sum landsstýrismaður. Tað kann til dømis verða, at ein kanningarstjóri verður settur.