Ábyrgdin liggur á hvørjum einstøkum tingfólki

Høgni Hoydal
----

Vit hoyra tað so oftani millum tingfólk: ”Júmen, eg vildi fegin gjørt nakað heilt annað, men eg kundi ikki.” Og soleiðis hevur ongin ábyrgd av nøkrum. Tey, sum taka avgerðirnar, standa ikki við tær. Men veruleikin er, at hvør einstakur hevur allar møguleikar at broyta viðurskiftini.

Í dag er triðja viðgerð av fíggjarlógini fyri 2013. Andstøðan hevur gjørt sína egnu alternativu fíggjarlóg, sum leggur eina heilt aðra leið fyri Føroyar. Hon hevur minni hall og ein heilt annan politikk. Alternativið varð felt á løgtingi. Men undir triðju viðgerð í dag verða broytingaruppskotini løgd fram hvørt sær. Tá ber til hjá hvørjum einstøkum tingfólki at atkvøða ja ella nei til ávísu málini.

Millum broytingaruppskotini hjá andstøðuni, sum atkvøðast skal um, eru hesi:

Á rakstrarsíðuni:
- 19,5 mió. kr. til lønarframskrivingar hjá øllum almennum stovnum.
- 6,8 mió. afturat kr. til Strandfaraskip Landsins, so túratalið ikki verður skert og javnseting av ferðaseðlaprísum.
- 4,6 mió. kr. eyka til eldrarøkt og heimarøkt.
- 5 mió. kr. afturat til Fróðskaparsetur Føroya.
- 2,5 mió. kr. til miðnámsskúlatilboð til føroyingar við serligum avbjóðingum.
- 2,3 mió. kr. til Fountain Hús.
- Hægri játtan til umlættingarheim fyri børn við serligum tørvi í Sandoynni.
- 1,5 mió. kr. til Mentanargrunn Føroya og 3,3 mió. kr. til ymsar mentanarjáttanir.
- 1,8 mió. afturat til Kringvarp Føroya í mun til tað, ið játtað varð í seinastu viku.
- 10 mió. kr. til fyritíðarpensjónsøkið.
- At hækkingin í blokkstuðlinum verður strikað.
- Umlegging av skattalættanum miðaður til lægru inntøkubólkarnar.
- Nýggjar inntøkur og aðrar umleggingar.

Á íløgusíðuni:
- 18,5 mió.kr til Marknagilsdepilin, ið vórðu skornar burtur í seinastu viku.
- 7 mió. kr. til nýtt Havrannsóknarskip.
- 5 mió. kr. til at fyrireika Tjóðleikhús.
- 2 mió. kr. til at fara undir at digitalisera bandasavnið hjá Kringvarpi Føroya.
- 4 mió. kr. til lestraríbúðir.
- 3 mió. kr. til føroyskan eftirskúla.
- 3 mió. kr. eyka til Klaksvíkar Sjúkrahús (peningur, ið ikki er nýttur í 2012).
- 2 mió. kr. eyka til Miðnámsskúlan á Kambsdali (peningur, ið ikki er nýttur í 2012)
- 5 mió. kr. til orkugrunn, ið skal stuðla grønum orkuverkætlanum kring Føroyar.
- 7 mió. kr. til at gera seinastu kjarnuboringarnar í sbd. við Sandoyartunnil,
- 5 mió. kr. til at fyrireika Hvalbiartunnil
- 5 mió. kr. til borivogn og útgerð til smærri tunnilsverkætlanir.
- Eyka peningur til bústaðir til fólk við serligum tørvi í Eysturoynni.