Byrgingin í Haraldssundi skal dagførast

Byrgingin í Haraldssundi skal skjótt gerast um eitt sindur, so hon verður tryggari at koyra eftir. Tað sigur Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum í svari til Jógvan Skorheim, tá hann spyr um vegin til Haraldsunds.

 

Hendrik Old sigur, at umstøðurnar at koyra til Haraldsunds eru ógvuliga ringar og krevja ábøtur.

 

Landsverk fekk í 2008 fígging at gera projektarbeiðið liðugt. Arbeiði skal gerast fyri eini 35 milliónir krónur, ið skal dagføra núverandi byrging.

 

Landsverk hevur mælt til, at dagføringin verður gjørd skjótast gjørligt, men fíggingin er ikki komin uppá pláss enn. So skjótt sum peningur er fingin til vega fyri verkætlanina, verður hon boðin út.