Tel Aviv, Ísrael: Nýggjan vinstra bakk fyri Súna Olsen. Nýggja høgra miðvallara fyri Jákup á Borg. Og so er spurningurin eisini, um hinir trúgvu soldátarnir hjá venjaranum skulu hava endurval.
Hetta eru kostirnir, nú Henrik Larsen fyri seinastu ferð setir føroyska fótbóltslandsliðið.
Eingin kollvelting
Tað skal neyvan roknast við, at talan verður um nakra kollvelting í mun til liðið, sum varð sent á vøllin í heimadystinum móti Ísrael. 4-5-1 uppstillingin tóktist rigga sera væl ta ferðina, og tí verður tað helst hon, sum aftur verður nýtt, og flestu spælararnir ta ferðina stóðu seg eisini væl.
Tað er helst eingin ivi um, at tað verður Jákup Mikkelsen, sum fer at verja føroyska málið, og framman fyri sær fer hann at hava Óla Johannesen. Seinastu dystirnar hevur Mortan úr Hørg røkt plássið á høgra bakki, og tað fer hann helst eisini at gera hesaferð. Atli Danielsen tykist her vera mest upplagda alternativið, men dystarvenjingin hjá honum hevur ikki verið tann stóra í seinastuni.
Ein annar møguleiki er sjálvandi at nýta Johan Byrial Hansen, men tað bendri tó á, at hann verður at finna á vinstra bakki fyri Súna Olsen hesaferð. Í øllum førum eru talan ikki um so øgiliga nógv onnur alternativ til plássið á vinstra bakki. Serliga ikki, um Heðin á Lakjuni verður nýttur á miðvøllinum.
Og tað kann roknast við, at hann verður. Fráveran hjá Jákupi á Borg merkir, at nýggjur kantspælari skal finnast, og tað tykist í øllum førum mest upplagt, at Heðin fær plássið vinsturmegin, meðan Claus Bech Jørgensen verður fluttur yvir í høgru síðu.
Rógvi tók kjansin
Mitt á miðvøllinum verða tað helst teir báðir, Fróði Benjaminsen og Ingi Højsted, sum fara at spæla. Soleiðis hevur samansetingin verið tær báðar seinastu ferðirnar, og hóast tap í báðum dystunum, so hava teir báðir roynst væl.
Í heimadystinum móti Ísrael prógvaði Rógvi Jacobsen, at skal tað spælast við einum hangandi ályepara, so er hann mest upplagdi kandidaturin, og tí er einki ivamál í, at Rógvi fær endurval á plássinum. Spurningurin er so bara, hvønn mann venjararnir seta heilt á toppin. Allir tríggir tykjast Andrew, Christian Høgni og Jónhard at vera sera væl fyri í løtuni, og tí eru teir allir eitt gott boð. Saman við Rógva er tó mest sannlíkt, at tað verður ferðin hjá Christian Høgna, sum verður mett at hóska best, og tí gita vit, hann verður maðurin á toppinum.